Matvørur hava givið landskassanum meira enn tvær milliardir í sjey ár

Matvørur hava givið landskassanum meira enn tvær milliardir í sjey ár
Handilsvinnufelagið sigur, at hetta vísir, at stórur partur av prísinum fyri matvørur fer beinleiðis í landskassan
Stórur partur av prísinum á matvørum fer beinleiðis í landskassan, sigur Handilsvinnufelagið, sum hevur tølini frá Taks. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
30.09.2025 - 08:09

Frá 2017 til 2024 hevur landskassin fingið meira enn 2,2 mia. kr. í meirvirðisgjaldi, tollum og avgjøldum á matvørum.

Bara í fjør vóru inntøkurnar 325 mió. kr. 

Tær vóru 230 milliónir í 2017.

Tað sigur Handilsvinnufelagið.

Hetta vísir, sigur felagið, at stórur partur av prísinum fyri matvørur fer beinleiðis í landskassan.

Árini 2017-2024 hevur landskassin fingið 1,8 mia. kr. í meirvirðisgjaldi fyri matvørur, 57 mió. kr. í GATT-tolli og 400 milliónir í punktgjøldum.

Handilsvinnufelagið hevur tølini frá Taks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961