Sjúkraviðgerð uttanlands hevur kostað 2,6 milliardir í 27 ár

Sjúkraviðgerð uttanlands hevur kostað 2,6 milliardir í 27 ár
Meginparturin er farin til viðgerð á donskum sjúkrahúsum
Nógvir føroyingar fáa viðgerð á ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
 
02.10.2025 - 09:08

Sjúkraviðgerð uttanlands og útreiðslur beinleiðis til viðgerðarstovnar kostaðu tvær milliardir og 635,6 mió. kr. frá 1997 til 2024.

Nógv tað mesta fór til Danmarkar, alt uttan góðar 59 milliónir kr.

Tað upplýsir Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.

Ísland, Noreg, Svøríki, Týskland, Bretland, Sveis og onnur lond eru við í tølunum.

Sambært Sjúkrahúsverkinum er ringt at siga, hvussu nógv tað hevði kostað meira ella minni at senda krabbameinssjúklingar til Skånes Universitetssjúkrahús enn til Ríkissjúkrahúsið. 

 

Føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn. 

 

Fáa avsláttur í Danmark

Kostnaðurin í Danmark og Svøríki kann ikki samanberast, sigur landsstýriskvinnan.

Føroyar fáa eisini avsláttur í Danmark.

Og Føroyar og Danmark brúka somu skipanir og somu viðgerðarætlan um krabbamein.

Erling Eidesgaard spyr, hví Sjúkrahúsverkið framvegis sendir krabbameinssjúklingar til Danmarkar, tá hagtølini vísa, at nógv fleiri koma undan í eitt nú Svøríki enn í Danmark.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392