Trump brúkar støðuna at revsa demokratiskar statir

Trump brúkar støðuna at revsa demokratiskar statir
Amerikanski forsetin hevur fastfryst 165 milliardir krónur til verkætlanir í statum, har fyrst og fremst demokratar hava leiðsluna
Donad Trump, forseti, hevur fastfryst milliardaupphæddir til verkætlanir í demokratiskum statum. .
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.10.2025 - 11:32

Trump-stjórnin brúkar miðvíst støðuna, har almennir stovnar lata aftur, til at revsa demokratiskar statir og leiðarar. 

Tað skrivar The New York Times við støði í eini røð av tiltøkum, sum eru sett í verk, eftir at almennir stovnar í USA lótu aftur í gjáramorgunin.

Millum annað hevur stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, fastfryst 26 milliardir dollarar - 165 milliardir krónur - til verkætlanir í statum, har fyrst og fremst demokratar hava leiðsluna. 

Av hesum eru átta milliardir dollarar til grønar orkuverkætlanir í 16 statum, sum mest sum allir eru demokratiskir.

 

Nøra veðurlagsætlanina hjá vinstravonginum

Hetta eru verkætlanir, sum fíggjarstjórin hjá Trump-stjórnini, Russell Vought, kallar "Green New Scam", og sum eru til fyri at "nøra veðurlagsætlanina hjá vinstravonginum". Tað skrivar hann á X.

Hetta er eisini galdandi fyri 18 milliardir í undirstøðukervisstuðli til statin New York, sum er stongdur, og sum sambært fjølmiðlunum beinleiðis rakar demokratiska senatorin, Chuck Schumer, og leiðaran hjá demokratunum í umboðsmannatinginum, Hakeem Jeffries.

Demokratiski senatorurin, Patty Murray, sigur við New York Times, at gerðirnar vísa, hvussu Trump og Vought "fegnir brúka stongslin, sum teir hava elvt til, sum eitt høvi til at elva til uppaftur størri pínu í sjúkum politiskum spæli".

 

Chuck Schumer. (Mynd: Elizabeth Frantz/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Varir ikki leingi

Amerikanski varaforsetin J.D.Vance væntar ikki, at partvísi stongslin hjá amerikansku stjórnini fer at vara leingi.

Tað segði hann á tíðindafundinum í Hvítu Húsunum í gjár.

Vance heldur seg hava sæð prógv fyri, at hóvligir demokratar longu eru farnir at slaka, og tí politiskt vilja hittast tvørtur um miðjuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139