Óneyðugt at áseta við lóg, hvussu nógv brennievni skal vera tøkt

Óneyðugt at áseta við lóg, hvussu nógv brennievni skal vera tøkt
Vit klára okkum í løtuni í minsta lagi fýra vikur við verandi goymslum, sigur landsstýrismaðurin á tilbúgvingarøkinum
 
06.10.2025 - 13:00

Í Føroyum er óneyðugt við lóg at áseta, hvussu nógv brennievni skal vera tøkt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður á tilbúgvingarøkinum.

 

Bjarni Kárason Petersen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vit klára okkum í løtuni í minsta lagi fýra vikur við verandi brennievnisgoymslum, sigur landsstýrismaðurin á tilbúgvingarøkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum:

 

06102025_Brennievni_og_goymslur

 

 

Altingið. Stjórnin fyrireikar lógaruppskot um minstamark fyri brennievnisveiting. 

 

Íslendingar fyrireika uppskot um minstamark

Íslendska stjórnin fyrireikar lógaruppskot, sum ásetur minstamark fyri bráðfeingis brennievnisveiting.

Endamálið er at staðfesta í lóg, at ávíst minstamark av brennievni altíð er tøkt í Íslandi.

- Arbeitt verður út frá 90 daga støðinum hjá altjóða Orkustovninum, og vit vænta, at hetta uppskotið verður klárt skjótt, sigur Gestur Pétursson, aðalstjóri í Umhvørvis- og orkustovninum. 

Halla Hrund Logadóttir, altingskvinna fyri Framsóknarflokkin og fyrrverandi orkustjóri, heitti fyri stuttum á stjórnina um at seta í verk skyldu at goyma brennievni.

Gestur Pétursson tekur undir við sjónarmiðinum, at talan er um trygdarmál, og at tað eisini stendur greitt í politikkinum hjá stjórnini.

- Nú kann eg bara svara fyri Umhvørvis- og orkustýrið, sum varð stovnað 1. januar. Tá var hetta eitt av teimum fyrstu málunum, sum kom mær til hugs. Tað er ein greiður politikkur hjá stjórnini at tryggja trygdina hjá tjóðini, ikki bert neyðturviliga viðvíkjandi tí, sum hendir nú, men eisini fyri framtíðina, sigur Gestur Pétursson.

Hann sigur, at umsitingin hevur arbeitt við ymiskum møguleikum,  eitt nú oljugoymslur kring landið, ella at oljufeløgini sjálv goyma olju til 90 dagar. 

Umhvørvis- og orkustovuni skal koma við tilmæli um, hvat er besta loysn at nýta í Íslandi, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Mánadag 15. juni
Morgunlestur mánadagur 15.juni 2026
209561
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680