ICES mælir til at gevast við toskaveiðu í donskum sjógvi

ICES mælir til at gevast við toskaveiðu í donskum sjógvi
Vísindafólk hjá ICES halda, at stovnurin er so mikið hóttur, at toskur skal ikki fiskast í 2026
ICES krevur fullkomiligt bann fyri toskafiskiskapi í donskum sjógvi næsta ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.10.2025 - 08:18

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES krevur fullkomiligt bann fyri toskafiskaskapi í donskum sjógvi, tí stovnurin er undir trýsti.

Danskir fiskimenn hava í løtuni toskakvotur í Norðsjónum og Skagerrak, umframt hjáveiðukvotu av toski í Kattegat.

Vísindafólk hjá ICES halda, at stovnurin er so mikið hóttur, at toskur skal ikki fiskast í 2026.

Bæði WWF, sum er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir við nátúru- og umhvørvisvernd, og danska náttúruverndarfelagið DN heita á stjórnina um at fylgja tilmælinum frá ICES og steðga øllum fiskiskapi eftir toski.

 

Støðan er álvarslig

Ráðgevin hjá DN, Morten Rosenvold Villadsen, sigur metingina hjá serfrøðingunum av støðuni at vera álvarsliga.

- Vit hava leingi vitað, at tað stendur illa til við toskastovninum í Eystrasalti og í donskum sjógvi. Fyri nøkrum áratíggjum síðani var nógvur toskur í okkara sjógvi, sigur leiðandi havlívfrøðingurin, Thomas Kirk Sørensen, hjá WWF.

- Støðan er prógv um, at vit hava loyvt munandi ovurfisking, ofta við reiðskapi, sum skaðar náttúruna, og at tað eru okkara fiskasløg og náttúran í havinum, sum rinda prísin, sigur hann.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849