Pisshús í Klaksvík forðar Teistanum á kalsoyarleiðini

Pisshús í Klaksvík forðar Teistanum á kalsoyarleiðini
Ætlanin er at brúka Stórukai í Klaksvík sum atløgupláss, meðan Teistin royndarsiglir á leiðini, men pisshúsið forðar ferðsluni frá skipinum
Nógv umrødda pisshúsið í Klaksvík, sum forðar royndarsiglingini hjá Teistanum á kalsoyarleiðini.
Mynd: Norðlýsið  
 
08.10.2025 - 13:00

Tað er ivasamt, nær Teistin kann fara undir regluliga sigling millum Klaksvík og Kalsoynna.

Rampan í ferjuleguni í Kalsoynni er umvæld og klár, men í Klaksvík forðar eitt pisshús fyri, at siglingin kann setast í verk.

 

Ætlanin er, at Teistin skal røkja kalsoyarleiðina burturav. 

 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað fyrispurningi frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, um kalsoyarleiðina.

Jóhan Christiansen sigur, at Ternan skal royndarsigla á kalsoyarleiðini í tvær vikur, har Stórakai í Klaksvík verður brúkt sum atløgubryggja, men ferðsluviðurskiftini mugu fáast í rættlag. Og sum er stendur pisshúsið í vegin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08102025_Pisshus_i_klaksvik

 

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, men tað hevur ikki eydnast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297