Hava stovnað áhugafelag fyri friði

Hava stovnað áhugafelag fyri friði
Henrik Weihe Joensen er formaður í felagnum og Ken Lindenskov Olsen næstformaður
Búmerkið hjá áhugafelagnum.
 
08.10.2025 - 14:29

Áhugafelagið Føroyingar fyri friði er nú stovnað.

20 fólk vóru á stovnandi aðalfundinum sunnudagin.

Henrik Weihe Joensen er formaður í felagnum og Ken Lindenskov Olsen næstformaður.

Ólavur Weihe Joensen er skrivari.

Hini í nevndini eru Friðrika Mortensen Kristiansen og Petur Asano.

 

Grundarlag í friðartiltøkum

Føroyingar fyri friði hevur sítt grundarlag í friðartiltøkum, sum hava verið seinasta árið.

Tey eru friðargonga, friðarkonsert og friðarráðstevna.

Felagið skal virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond, vápnaavdubbing og størri skilningi fyri ymiskum mentanum, mannarættindum og javnstøðu.

Og felagið skal virka fyri diplomatiskum loysnum, siga Føroyingar fyri friði í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961