Fingu søtan sigur í Georgia

Fingu søtan sigur í Georgia
Føroyar hava lagt Skotland og Írland aftur um seg í EM-tálvkappingini
So bragdaði hjá føroyska talvlandsliðnum í EM. Sigurin á Skotlandi í fimta umfari var kærkomin.F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Rógvi Egilstoft og Martin Poulsen.
 
10.10.2025 - 08:02

Føroyska talvlandsliðið fekk ein søtan EM-sigur í Georgia í fimta umfari í gjár hósdagin. Føroyar vunnu 2,5 - 1,5.

Tað eydnaðist við bit og slit at vinna lykladystin móti Skotlandi. Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft vunnu, Høgni Egilstoft Nielsen telvaði remis, og Martin Poulsen tapti. 

Sigurin ber í sær, at Føroyar hava lagt Skotland og Írland aftur um seg.

Í sætta umfari í dag verður telvað móti triðja liði hjá Georgia. Vertstjóðin hevur ikki færri enn fýra lið við í kappingini. C-liðið hjá Georgia er styrkismett beint ovari enn Føroyar


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655