Fleiri skrásetingar av flogmúsum í Føroyum

Fleiri skrásetingar av flogmúsum í Føroyum
Vit skulu rokna við at síggja fleiri flogmýs um okkara leiðir komandi árini, metir Leivur Janus Hansen á Tjóðsavninum
 
22.10.2025 - 12:03

Flogmýs eru blivnar alsamt meira vanligar at síggja í Føroyum. 

Seinastu vikurnar eru fólk kring alt landið bivin varug við flogmýs og hava gjørt vart við hetta við myndum og videobrotum á sosialum miðlum.

Flogmýs um okkara leiðir er nakað, vit kunnu venja okkum við at uppliva her í Føroyum. 

Tað heldur Leivur Janus Hansen, sum er savnsvørður á landdjóradeildini á Tjóðsavninum.

- Tað sær út til, at í okkara øki blíva tær meir og meira vanligar, og tað verða fleiri og fleiri skrásetingar. So vit skulu nokk rokna við at síggja fleiri av teimum, sigur Leivur Janus Hansen.

Sambært honum eru fleiri ymiskar orsøkir til, at fleiri flogmýs nú eru í Føroyum.

-  Eitt er, at vit eru fleiri fólk til at síggja tær. Vit hava nógv meira ljós, sum ger, at tær síggjast í skýmingini. Vit hava eisini nógv meira farmaflutning. Og allarhelst gera veðurlagsbroytingar tað, at útbreiðsluøkið hjá teimum broytist. Sjálvt um útbreiðsluøkið ikki strekkir seg til Føroya, ja, so koma onkur av sløgunum longur norðureftir og kanska til Bretlands og Skotlands, og so økist kjansurin fyri, at tær koma til Føroya heilt nógv, sigur Leivur Janus Hansen. 

1771351

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563