Skaðin hjá Brandi ikki so álvarsamur sum áður mett

Skaðin hjá Brandi ikki so álvarsamur sum áður mett
NSÍ-miðvallarin og landsliðsspælarin hevur nú verið undir skurð, og læknarnir hava givið skálavíkinginum góð boð, tí hann verður aftur á vøllinum skjótari enn áður hildið
 
26.10.2025 - 14:09

- Eg skal binda frið í tríggjar til seks vikur, og tá kann eg væntandi verða klárur at venja ordiliga aftur.

Tað sigur A-landsliðsspælarin og NSÍ miðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, nú hann er skurðviðgjørdur í knænum, eftir at hann bleiv skaddur undir venjing hóskvøldið.

- Eg skuldi skjóta eitt skot undir venjing, har vinstra knæið hoknaði undan og læsti seg. Skanningin vísti, at meniskurin var farin og lá í klemmu. Tað var fyrst ætlanin at seyma meniskin aftur, men hann bleiv partvíst kliptur og tikin burtur, sigur skálavíkingurin í NSÍ.

Heilt ítøkiliga merkir tað, at Brandur nú hevur eitt sindur minni av meniski í knænum, sum merkir, at hann kemur skjótari fyri seg aftur, tí tað tekur minni tíð at lekja, men samstundis økir tað eitt lítið sindur um vandan fyri slit og pínu upp á longri sikt, tí meniskurin verjir knæið móti trýsti og sliti.

Harvið er skaðin ikki so álvarsamur, sum kanska vandi var fyri, og sum aðrir miðlar hava róð uppundir.

- Hetta er ikki tann mest álvarsami skaðin, men tá tað er triðja skurðviðgerðin í sama knæið, so er tað aldrin gott. Tað sigur seg sjálvt, sigur Brandur.

Brandur Hendriksson Olsen hevur slitið krossbandið tvær ferðir, og hesa ferð var tað galið við meniskinum, men hóast hetta, so er tað ikki nakað, sum tekur fótbóltshugin burtur.

- Nei, tað ger tað ikki. Eg kenni á mær, at eg havi meira at geva enn, so eg verið klárur at koyra á aftur so skjótt uppvenjingin er av, sigur miðvallageneralurin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938