Rættarnevndin viðger fosturtøkumálið aftur mánadagin

Rættarnevndin viðger fosturtøkumálið aftur mánadagin
Nevndin fer m.a. at hava fund við landsstýrisfólk og biskup
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.10.2025 - 08:44

Hóast forkvinnan í rættarnevndini, Hervør Pálsdóttir, segði fyri einum mánaði síðani, tá nevndin fekk fosturtøkumálið, at nevndin skrivaði álit, áðrenn freistin fór, ger nevndin ikki tað.

Freistin fer í morgin.

Men fosturtøkumálið er á dagsskránni hjá rættarnevndini mánadagin.

Tá hevur nevndin sent boð eftir landsstýriskvinnuni í heilsumálum saman við Gynækologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, landsstýrismanninum í lógarmálum saman við Familjufyrisitingini og biskupi.

Ein onnur nevnd, uttanlandsnevndin, hevur freist til í dag at skriva álit um átøk móti Russlandi og Hvítarusslandi.

Hon fekk freistina longda ein mánað.

Tingfundur er fríggjadagin. Bara framløga er á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804