Grundøkið í Leitinum verður nú boðið út av nýggjum

Grundøkið í Leitinum verður nú boðið út av nýggjum
Á býráðsfundi seinnapartin fer Runavíkar býráð at taka støðu til málið.
Stóra íbúðarætlanin hjá "St. Jørgen Ejendomme AS" í Leitinum er slept, og nú verður stóra grundøkið í Leitinum boðið út av nýggjum.
 
30.10.2025 - 07:57

Nú skulu onnur sleppa framat tí 12.300 fermetra stóra grundøkinum í Leitinum í Saltangará, har smápartafelagið "í Leitinum" upprunaliga ætlaði at byggja 180 íbúðir.

Á býráðsfundi seinnapartin fer Runavíkar býráð taka støðu til, um grundøkið skal bjóðast út av nýggjum.

Tekniska deild hjá Runavíkar Kommunu hevur tillagað gamla útboðstilfarið, soleiðis at grundstykkið verður boðið út sum eitt grundstykki í almennum útboði við føstum prísi.

Freistin verður ásett til 14 dagar. 

 

Verkætlanin var ov dýr

Smápartafelagið "í Leitinum", sum er dótturfelag hjá danska felagnum "St. Jørgen Ejendomme AS", boðaði í summar frá, at tey høvdu slept ætlanini at byggja tær 180 íbúðirnar. 

- Verkætlanin hongur ikki saman fíggjarliga, segði Jóhannus Egholm Hansen, nevndarformaður, við útvarpið 2. juni.

Tað eru nú góð fýra ár síðani, at felagið gjørdi avtalu við Runavíkar kommunu um at byggja íbúðir á 12.300 fermetrar stóra økinum í Saltangará.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688