Egingjaldið kann nú býtast í 12 partar

Egingjaldið kann nú býtast í 12 partar
Nýggj skipan kom í gildi 1. november
Fólk kunnu nú gera avtalu við Apoteksverkið um at rinda ein tólvtapart av egingjaldinum um mánaðin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2025 - 13:56

Í staðin fyri at skula gjalda næstan alt í einum, kann egingjaldið fyri heilivág nú býtast í 12 partar um árið.

Tað sigur nýggj skipan, sum kom í gildi 1. november.

Skipanin merkir, at fólk kunnu gera avtalu við Apoteksverkið um at rinda ein tólvtapart av egingjaldinum mánaðarliga, í staðin fyri at rinda alt ella stóran part av egingjaldinum í einum, tá heilivágur verður útflýggjaður.

 

230 kr. um mánaðin

Tey, sum eru millum 18 ár og pensjónsaldur, rinda upp til 2.756 kr. í egingjaldi um árið. Mánaðarliga gjaldið verður tí 230 kr. 

Pensjónistar og fyritíðarpensjónistar rinda upp til 1.862 kr. um árið, svarandi til 155 kr. um mánaðin. Hetta er egingjaldið nú í 2025.

Tey, sum eru í skipanini, skulu einki egingjald rinda, tá heilivágur verður útflýggjaður. 

Tey rinda í staðin fyri mánaðarligt gjald.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098