Vilja brúka 50 milliónir av blokkinum til størri barnafrádrátt

Vilja brúka 50 milliónir av blokkinum til størri barnafrádrátt
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at heildarveitingin í ár og næsta ár verður tann sama sum í 2024
Um lækkingin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 eisini verður strikað, hava vit 50 mió. kr. meira til vælferð, sigur Sambandsflokkurin. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2025 - 08:02

Sambandsflokkurin vil ikki taka 25 mió. kr. í ár og næsta ár av blokkinum.

Flokkurin hevur uppskot til samtyktar um, at heildarveitingin verður tann sama frá og við 2025 sum hon var í 2024.

Um lækkingin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 eisini verður strikað, hava vit 50 mió. kr. meira til vælferð, sigur Sambandsflokkurin. 

 

Hækka barnafrádráttin

Pengarnir skulu brúkast til at fíggja eitt annað uppskot hjá flokkinum.

Flokkurin vil hækka barnafrádráttin. 

Hann skal hækka 4.000 kr.

Tað kostar landskassanum 52 mió. kr. í landsskatti, sigur Sambandsflokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087