Minni partur av fólkavøkstrinum hevur ikki bústaðartilknýti

Minni partur av fólkavøkstrinum hevur ikki bústaðartilknýti
Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri góðari helvt av vøkstrinum, men nú eiga tey ein triðing
Síðstu tíggju árini er parturin av fólkinum uttan bústaðartilknýti farin úr 1,7 upp í 5,1 prosent. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
11.11.2025 - 08:08

Tey, sum ikki hava bústaðartilknýti í Føroyum, gerast minni partur av fólkavøkstrinum. 

Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri góðari helvt av fólkavøkstrinum.

Men frá oktober í fjør til september í ár eiga tey ein triðing, skrivar Hagstovan.

Síðstu tíggju árini er parturin av fólkinum uttan bústaðartilknýti farin úr 1,7 upp í 5,1 prosent.

 

Tók dik á seg 2018

Vøksturin tók dik á seg í 2018 og var størstur í 2021 og 2022, tá tey uttan bústaðartilknýti áttu 85 prosent av fólkavøkstrinum. 

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.

Í oktober vóru 2.822 fólk uttan bústaðartilknýti í Føroyum, størsta tal higartil. 

Í oktober 2010 til dømis vóru tey 903.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938