Kommunuval í Danmark í dag

Kommunuval í Danmark í dag
Serligur spenningur er um valið í Keypmannahavn, tí nógv bendir á, at javnaðarflokkurin fer missa yvirborgarstjórasessin, sum hann hevur í 100 ár
Valhølini lótu upp klokkan sjey.
Mynd: Keld Navntoft/Keldnavntoft/Ritzau Scanpix  
 
18.11.2025 - 08:41

Klokkan sjey lótu valstøðini um alt landið í Danmark upp. Danir skulu velja umboð til bæði kommunur og regiónir.

Millum annað í Keypmannahavn er valið í dag spennandi, tí danski javnaðarflokkurin hevur havt yvirborgarstjóran í meir enn hundrað ár.

Men hesa ferð fær teirra valevni, Pernille Rosenkrantz-Thei,l skarpan gang frá forkvinnunum í hinum báðum flokkunum á vinstravonginum: Line Barfod í Eindarlistanum og Sisse Marie Welling í Sosialistiska fólkaflokkinum. 

Í 2021 høvdu fleiri enn 4,6 mió danir valrætt til kommunuvalið, og 67 prosent brúktu hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425