Mandela sameindi heimin

Mandela sameindi heimin
Suðurafrikanska friðarhetjan Nelson Mandela andaðist í kvøld, 95 ára gamal.
 
05.12.2013 - 23:06

Stjórnarleiðarin í Suðurafrika, Jacob Zuma, boðaði í beinleiðis sjónvarpsrøðu í kvøld frá, at Nelson Mandela andaðist í kvøld. Mandela varð innlagdur á sjúkrahús við lugnabruna tann 8. juni í ár. Heilsustøðan hevur verið álvarsom allatíðina.

Heimurin hevur í kvøld sagt einum av størstu friðarhetjunum farvæl. Hann gav sítt lív til stríðið ímóti apartheid í Suðurafrika. Nú hann bað farvæl er hann vorðin ímynd av demokrati, fyrigeving og humanismu.

- Okkara tjóð hevur mist sín størsta son. Okkara fólk hevur mist pápa sín, segði Jacob Zuma í røðuni í kvøld um Mandela, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1993.

Sat fongslaður

Tann 27. apríl komandi ár fer Suðurafrika at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðan fyrsta demokratiska tjóðartingsvalið varð hildið. Henda dagin í 1994 varð sjøtul settur á eitt nýtt fólkaræðisligt tíðarskeið í Suðurafrika. Oddamaðurin var Nelson Mandela, sum á valinum varð valdur til forseta.

Stríðið at fáa fólkaræðið at valda í landinum, var stríggið. Í 1949 var Mandela ein av oddamonnunum í mótmælisrørsluni, sum politiski flokkurin ANC, African National Congress, stóð fyri. Flokkurin varð stovnaður í 1912.

SÍ EISINI Amnesty takkar Mandela

Aðalmálið var at vinna teimum myrku atkvøðurætt í Suðurafrika. Við tíðini mentist fólkafylkingin og fór at stríðast fyri javnrættindum sum heild.

Um hetta mundi var skipaður skilnaður millum fólkini í Suðurafrika. Lóggávur ásettu, at tey hvítu høvdu munandi betri rættindi enn tey myrku, sum av somu orsøk vóru illa kúga.

Karismatiski Mandela vann sær skjótt stóra viðurkenning og var ímyndin av fólkaræðisligu rørsluni. Stjórnin royndi at køva mótmælisrørsluna, og Mandela og fleiri av partamonnum hansara vóru handtiknir í 1964.

Ætlanin var upprunaliga at døma hann til deyða, men tá avtornaði varð hann settur í varðhald fyri lívið. Hann sat fongslaður í 27 ár, 18 av árunum á avbyrgda Robben Island í 27 ár.

Leyslatin

Øll árini royndi demokratiski vesturheimurin at trýsta apartheidsstjórnina í Suðurafrika at broyta politikk, og somuleiðis leyslata Mandela og partamenn hansara. ST setti eisini handilsforðingar fyri Suðurafrika. Tað fekk stórar búskaparligar avleiðingar.

Í áttatiárunum hoknaði stjórnin fyri trýstinum. Frederik Willem de Klerk tók við sum forseti í 1989, og hann fór beinanvegin undir tilgongdina at seta apartheid-lóggávurnar úr gildi. Ótroyttiligi Nelson Mandela, sum enn var bæði likamliga og sálarliga væl fyri, varð leyslatin í 1990.

Uttan hevndarhug og at bera agg fór hann undir samráðingar at fáa eina fólkaræðisliga skipan í Suðurafrika. Treytaleysa fyrigevingin er ein av størstu varðum hansara.

SÍ EISINI Nelson Mandela deyður

Fyrsta demokratiska valið var tann 27. apríl í 1994, og tá var 77 ára gamli Nelson Mandela valdur til forseta. Starvið røkti hann í fimm ár.

Suðurafrikanska flaggið, sum kom í gildi í 1994, hevur seks litir. Litirnir skulu mynda samanhald millum nógvar ymsar mannabólkar.

Stjórnin hevur enn ikki fingið bilbukt við búskaparligu avbjóðingarnar í Suðurafrika. Livistøðið er enn ómetaliga ójavnt. Í stórum parti av landinum eru bústaðarviðurskiftini stak vánalig, arbeiðsloysið er høgt, og har er nógvur kriminalitetur.

Tað eru nógvar familjur, sum ikki hava umstøður at senda børnini í skúla, og heilsutrygdin er vánalig. Í øðrum økjum í landinum eru húsarhaldini væl fyri.

Minningardagurin

Mandela hevur verið heilsuveikur seinastu árini. Hann hevur ikki víst seg alment, síðan Suðurafrika skipaði fyri heimsmeistarakappingini í fótbólti í 2010.

Dagurin 18. juli, tá hann hevði føðingardag, er altjóða Mandela-dagur. Tað avráddi ST í 2009. Dagurin skal minna okkum á tann stóra týdningin, hann hevur havt fyri fólkaræði og friðin í heiminum.

Samstundis mælir felagsskapurin øllum til at elta slóð hansara - ein slóð við javnrættindum, rættvísi og friði. Sum Mandela ofta er endurgivin fyri at siga:

"It always seems impossible until it's done."

Obama minnist

Barack Obama, forseti í USA, hevur somuleiðis hildið røðu í kvøld, nú Mandela andaðist. Hann segði, at vit fáa aldrin ein slíkan persón aftur.

- Nelson Mandela rakk størri úrslitum, enn vit kunnu vænta av nøkrum menniskja. Í dag er hann farin heim. Hann er nú partur av fortíðini, segði Obama.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, minnist somuleiðis Nelson Mandela í kvøld. Hann skrivar á Facebook, at ein kyndil er slóknaður.

- Hann fer í søguna sum ein av størstu politisku slóðbrótarum í okkara tíð. Ein megnar maður, skrivar løgmaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. oktober
Møti: Útvarpsmøti úr Zarepta
181698
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
181697
Sunnudag 6. oktober
Bolero 6. oktober
181696
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510