Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu fyri at leggja á politist

Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu fyri at leggja á politist
20 ára gamli maðurin er dømdur fyri at skumpa politistin í bringuna, sparka hann í lærið og hótta við at knúsa hann sundur
Maðurin noktaði seg sekan, men hann tók við dóminum.
 
26.11.2025 - 09:08

Ein 20 ára gamal maður hevur í Føroya rætti fingið 50 daga treytaða fongsulrevsing fyri at leggja á ein politist.

Hann skal eisini gera samfelagstænastu í 60 tímar.

Hann er dømdur fyri at skumpa politistin í bringuna, sparka hann í lærið og hótta við at knúsa hann sundur.

Hetta var í sambandi við handtøku í Havn í mars.

Maðurin noktaði seg sekan, men hann tók við dóminum.

Kravið hjá ákæruvaldinum var treytaleys revsing.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576