Føroya rættur viðger fyri fyrstu ferð mál um lokking

Føroya rættur viðger fyri fyrstu ferð mál um lokking
Ein maður er ákærdur fyri lokking og roynd at lokka. Í royndini eru í minsta lagi 12 gentur frá 9 til 14 ár
Málið verður viðgjørt í Føroya rætti í næstu viku, og hálvur annar dagur er settur av.
 
27.11.2025 - 07:52

Fyri fyrstu ferð skal Føroya rættur í næstu viku viðgera eitt mál um grooming, lokking á netinum.

Ein maður er ákærdur fyri grooming og fyri roynd at grooma, at lokka.

Í royndini eru í minsta lagi 12 gentur frá 9 til 14 ár.

Ætlanin hjá manninum var, sambært ákæruritinum, at gera seg kynsliga inn á genturnar.

Hann segði, at hann var millum 12 og 16 ár, og heitti á genturnar um at senda sær myndir.

Í ákæruritinum eru eisini ákærur um blúnisbrot, roynd at hava samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár, og um at deila pornografiskt tilfar um gentu, sum var 12 ár.

Hann er ákærdur fyri at lova gentuni, sum hann royndi at fáa samlegu við, 500 krónur afturfyri, og 1000 krónur, um hon hevði eina gentu við sær.

Hetta var tó av ongum, tí gentan segði nei.

 

Eisini ákærdur fyri neyðtøku

Maðurin er eisini ákærdur fyri neyðtøku við aðrari kynsligari gerð enn samlegu.

Hann fekk á Snapchat eina 15 ára gamla gentu at gera kynsligar gerðir við seg sjálva í minsta lagi tíggju ferðir.

Í ákærunum er nevnt, at maðurin við aldri sínum og royndum hevði yvirburð, sum hann brúkti.

Fyrivarni er tikið fyri kravi um endurgjald.

Hetta skal alt vera hent í fjør, fyrst í januar og frá 1. august til 24. oktober.

Maðurin, sum 31 ár, er ikki føroyingur. Hann býr í Danmark.

Føroya rættur hevur sett av hálvan annan dag til málið.

Tað verður ikki viðgjørt sum játtanarmál.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961