Samskiparin í Verkafólki: Bara løgmaður kann stytta arbeiðsvikuna

Samskiparin í Verkafólki: Bara løgmaður kann stytta arbeiðsvikuna
Er tað nakar, sum hevur vald at fáa stytt arbeiðsvikuna, so er tað løgmaður, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki
Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Verkafólki
Mynd: Savnsmynd  
 
28.11.2025 - 18:00

Í gjár fekk Kringvarpið sms-boð frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, har sagt verður, at:

"Undirtøka er ikki í samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Javnaðarflokkurin heldur framvegis, at tað er neyðugt at stytta arbeiðsvikuna og vónar, at tað verður sett hol á tilgongdina í hesum valskeiðnum".

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn er m.a. avtalað, at:

"Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg."

Í ískoyti til frágreiðing løgmans á ólavsøku í ár verður sagt, at hildið verður fram við arbeiðnum at stytta arbeiðsvikuna, hóast at tað hevði tikið longur tíð enn ætlað.

Tað krevur meiriluta í Løgtinginum at fáa lógir samtyktar. Aksel V. Johannesen sigur, at hann hevur ikki neyðugu politisku undirtøkuna til at fáa málið samtykt. So er spurningurin, um tað yvirhøvur ber til hjá honum at fáa undirtøku fyri at stytta arbeiðsvikuna.

Sonja Jógvansdóttir heldur ikki, at arbeiðsvikan skal styttast við samráðingum, sum onkur hevur lagt upp til.


Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1779289

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815