Suðuroyartunnilin og Vága floghavn fáa 700 mió. úr Íleggingargrunninum

Suðuroyartunnilin og Vága floghavn fáa 700 mió. úr Íleggingargrunninum
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum
Farstøðin á flogvøllinum skal byggjast út, og lánið úr Íleggingargrunninum skal m.a. brúkast til útbyggingina.
Mynd: SMJ  
 
01.12.2025 - 07:42

Semja er í løgtinginum um at lata Íleggingargrunnin fíggja ein part av Suðuroyartunlinum og part av Vága floghavn.

Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata Suðuroyartunlinum 350 mió. kr. og Vága floghavn 350 mió. kr. í láni.

Hjá Suðuroyartunlinum skal lánið vera rentu- og avdráttarfrítt í 30 ár, og hjá Vága floghavn skal lánið vera rentu- og avdráttarfrítt í tíggju ár.

Sambært lógaruppskotinum skulu treytirnar avtalast við nevndina í grunninum.

Millum annað skal møguleiki vera fyri fleiri og styttri lánum enn ávikavist 10 og 30 ár.

Íleggingargrunnurin hevur seks virkin lán, tilsamans 311 mió.kr. Og hann hevur givið tilsøgn um tvey lán, tilsamans 142 mió.kr.

Annað teirra, 100 mió.kr., verður virkið næsta ár.

 

426 mió. í gjaldføri

Gjaldføri grunsins var 426 mió. kr. 1. juli, og tað verður 744 milliónir 1. januar 2036.

Grunnurin kann tí ikki læna 700 mió. kr. næstu tíggu árini, men tað ber til at selja verandi lán fyri at útvega gjaldføri.

Grunnurin skal varðveitast, hóast hann verður fíggjarliga avmarkaður næstu árini, siga landsstýrið og fíggjarnevndin, sum biður landsstýrið fylgja væl við, og um neyðugt, finna loysnir, sum líta frameftir.

Tær skulu tryggja, at grunnurin eina ferð aftur verður ein annar fíggingarmøguleiki hjá framtíðar verkætlanum til frama fyri undirstøðukervið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345