Jens: Vit skulu ikki vera tær fittu genturnar í flokkinum móti Serbia

Jens: Vit skulu ikki vera tær fittu genturnar í flokkinum móti Serbia
Jens á Skipagøtu, mentalvenjari hjá kvinnulandsliðnum, roknar við einum hørðum dysti móti Serbia í morgin, og tí handlar tað um at vera mentalt klárur til tær ymisku støðurnar
03.12.2025 - 15:58

- Longu í gjár arbeiddu vit við kvinnunum mentalt, at tað er í ordan at vera kedd og ørg um dystin móti Týsklandi, men í dag arbeiða vit við teimum ymisku framferðarhættinum, sum vit kunnu møta móti Serbia.

Tað sigur Jens á Skipagøtu, mentalvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, hvussu arbeitt hevur verið við at koma víðari frá dystinum móti Týsklandi í gjárkvøldið, men eisini hvussu liðið miðvíst fyrireikar seg mentalt móti dystinum móti Serbia í morgin, sum kann fara at vísa seg at verða ein harður dystur - bæði fysiskt og mentalt.

Tær serbisku kvinnurnar eru kendar fyri tað fysiska og harða spældið, og í dystinum móti Spania í gjár fingu serbisku kvinnurnar fitt av tveimum minuttum, men eisini eitt reytt kort fyri hart spæl.

- Vit skulu vera mentalt klárar at taka móti teimum, og vit skulu ikki lata okkum lynda, um spælið verður hart og skitið til tíðir. Men vit skulu ikki vera tær fittu genturnar í flokkinum móti Serbia. Vit skulu eisini tora at verða nøkur bartrog móti teimum, sigur Jens á Skipagøtu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777