Jana ímóti Serbia: Her har og allastaðni

Jana ímóti Serbia: Her har og allastaðni
Samandráttur: Jana Mittún vísti seg frá síni allarbestu síðu, tá hon skeyt 10 mál og legði upp til trý í 31-31 javnleikinum ímóti Serbia
Anze Malovrh / kolektiff
05.12.2025 - 11:51

Tað eru 500 kilometrar úr Dortmund til Berlin.

Tá Jana Mittún í gjár stóð frammanfyri serbiska málverjanum í Westfalenhalle og skuldi skjóta brotskast í evstu løtu, var ikki sørt, at tú hómaði Elias Ellefsen á Skipagøtu í júst somu støðu í Mercedes-Benz Arena ímóti Norra fyri knøppum tveimum árum síðan.

Úrslitið var hitt sama. Jana Mittún gjørdi sum eldra systkinabarnið, setti bóltin í netið og tryggjaði Føroyum enn eitt stórt úrslit ímóti enn eini stórari hondbóltstjóð.

Ein ítøkilig mynd uppá, at fótfimi bakkurin úr Viborg hevur vunnið sær sama týdning fyri kvinnurnar, sum Kiel-spælskiparin hevur fyri menninar. Ikki bert við sínum stíli og spæli, men eins nógv sum ein framsøkin undangongukvinna, ið ikki bakkar fyri nøkrum.

 - Eg eri sjálvandi glað fyri javnleikin, men eg haldi, vit skuldu vunnið, segði Jana Mittún beint eftir, at hon hevði tryggjað Føroyum fyrsta stigið í einum miðumfari. Nakað soleiðis hevur hon sagt ikki so sjáldan síðstu árini, og millum annað tí flytur liðið seg fram.

 


Jana Mittún spældi helst sín besta landsdyst higartil í javnleikinum ímóti Serbia, har hon var her, har og allastaðni. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)

 

Eitt avriki í serflokki

Avrikið hjá Janu Mittún ímóti Serbia man teljast millum hennara bestu á landsliðnum. Ein slíkur dystur er framúr undir øllum umstøðum. Í gjár gjørdi Jana Mittún tað á størsta pallinum - við góðari hjálp frá liðfeløgunum.

LES EISINI: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Serbia

 Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum undir HM-endaspælinum, Ingi Olsen, var eisini bergtikin av spælinum hjá orkuríka bakkinum úr Hoyvík. 

 - Orð eru fátøk, tá karakterur skal finnast til Janu. Ein brandur í dag. Tann orka, hon hevur. Koyrir á allan dystin á tamb, og sjálvandi tekur hon ábyrgd, tá seinasta brotskastið skal takast, skrivar hann.

Tølini siga sína týðiligu søgu. Jana Mittún skeyt 10 mál upp á 11 skotroyndir. Effektivitetur, sum viðhvørt hevur verið umbiðin frá evnaríka bakkinum, ið hevur lyndi til at misnýta ov illa. Afturat málunum átti hon eisini næstseinastu hon á trimum málum og vann Føroyum tvey brotskøst.

Samanløgdu hagtølini í kappingini higartil eru eisini hugtakandi. Føroyingurin hevur skorað ella lagt upp til samanlagt 48 mál, og hon liggur í løtuni ovast á listanum frammanfyri Lénu Grandveau úr Fraklandi og Sorinu-Maria Grozav úr Rumenia, sum hava 45 samanlagt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194