- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Serbia

Føroysku kvinnurnar máttu sleppa dreyminum um eina HM-fjórðingsfinalu, men fingu enn eitt sterk úrslit við 31-31 javnleiki ímóti Serbia.
Jana Mittún javnaði úr sjey metrum í evstu løtu, og fótfimi bakkurin var eisini her, har í allastaðni í dystinum, har fleiri spælarar spældu væl.
Niðanfyri verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala.
5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Rakul Wardum 2
Vit manglaðu bjargingar í dag. Tríggjar bjargingar og 17% til Rakul. At taka skot er nú einaferð leikluturin hjá einum málverja – óansæð hvussu tey vórðu skotin. Í dag gekst ikki heilt eftir vild, og tí røkkur tað bert til tvær stjørnur.
Annika Fríðheim Petersen 2
Júst sama sum Rakul. Tríggjar bjargingar og 17%. Rættuliga týðiligt, at Annika manglar nokk so nógv til at vera heilt í topp, og tí manglar okkum bjargingar aftur í dag.
Gylta á Neystabø
Ikki á dómaraseðlinum
Ísakøld: Jana Mittún skeyt sítt fyrsta brotskast undir HM-endaspælinum, og hon sveik ikki og gav Føroyum flottan javnleik ímóti Serbia: (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Vár B. Zachariasen
Kemur ikki inn.
Jana Mittún 5
Orð eru fátøk, tá karakterur skal finnast til Janu. Ein brandur í dag. Tann orka, sum hon hevur. Koyrir á allan dystin á tamb, og sjálvandi tekur hon ábyrgd, tá seinasta brotskastið skal takast. 10 mál av 11 møguleikum sigur eisini, at Jana heilt einfalt spælir ein heilt ótrúligan dyst. Umframt málini eigur hon tríggjar málgevandi avleveringar. Enn ein dystur, har Jana vísir stóra virðið, hon hevur fyri okkara lið.
Marita Mortensen
Kemur ikki inn.
Súna Krossteig Hansen 4,5
Aftur í dag spælir Súna ein rættuliga avgerandi leiklut. Bæði í verju og álopi. Duellspæl í dag – aftur – á stigi við tær bestu í heiminum. Saman við Janu og Mariu hevur Súna ovurstóran týdning fyri okkum. Tað skal eisini ein óvanliga stór mongd av orku til at klára at avrika so nógvar dystir á so høgum stigið.
Súna Krossteig Hansen er ótroyttilig, og spældi aftur ein góðan dyst ímóti serbum. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Marianna Eystberg
Skjýtur - og misnýtir - eitt brotskast, sum ikki er nokk til at geva karakter.
Karin Egholm
Kom ikki inn í dag
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Ein fantastiskur dystur í dag. Lív var við til at halda okkum inni í dystinum og enntá fara tvey mál framum Serbia. Hevði eitt skot úr sera spískum, men í dag riggaði nærum alt. Sum altíð dekkar Lív heilt einastandandi væl upp.
Rannvá Olsen 1,5
Ikki dagurin hjá Rannvá, og tí bleiv tað heldur ikki til nógva spælitíð. Brendi skotið hon fær – tað sum næstan fer inn – tí dómararnir skuldu út at hyggja nærri at støðuni, og so fekk høgri vongurin hjá Serbia alt ov gott pláss.
Anna Elisabeth H. Weyhe 3,5
Kemur inn miðskeiðis á fyrra hálvleiki, og nærum beinanvegin fær hon góðan møguleika, sum hon trygt setir í netið. Verður eisini skrásett fyri at fanga heili tríggjar serbiskar bóltar, og hetta er ein dystur, sum vísir, at hon er klár at taka av, hvørja fer møguleikin býðst. Kanska avrikið verður nóg gott til at byrja inni komandi dyst?
Bjarta Osberg Johansen 3
Av tí at vit spæla nógv sjey móti seks, er leikluturin hjá Bjartu nærum altíð nokkso stórur. Í yvirtali er ein avtala, har hon kemur runt um blokkin hjá Pernille, og tað riggaði aftur í dag. Fyrstu fer bleiv hon ikki spæld, men tað bleiv hon aðru ferð, og vann liðnum eitt brotskast.
Maria H. Weihe
Ikki á dómaraseðlinum.
Fastartøkur: Pernille Brandenborg var í hørðum stríði við tungu serbisku spælararnar ígjøgnum allan dystin, og aftur í dag hepnaðist oluliga væl. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Pernille Brandenborg 3,5
Í dag var uppgávan aftur sera sera stór og tung, tí at bæði bakspælarar og serliga strikuleikarin hjá Serbia løgdu stórt trýst á. Í byrjanini stríddust vit við at koma nóg langt fram ímóti. Tað bleiv betur, sum dysturin leið, men strikuleikarin – sum er ein tann besti í kappingini – var alla tíðina ein plága. Fýra skot verða brend - harímillum eitt brotskast seint í dystinum, og tað kostar okkum nokk so nógv. Men ein óvanliga stórur arbeiðsinnsatsur frá Pernille alla kappingina ígjøgnum.
Elsa Egholm 3
Kemur ofta inn, tá vit eru í undirtali, og so var aftur í dag. Tað er í hennara eginleika sum frálíkur verjuleikari, at hon fær hesa rolluna. Er annars ein nokkso anonym rolla, har tað ræður um at spæla trygt og at taka av, tá møguleikin býðst. Fær ein kjans í dag og skorar. Verjuinnsatsurin er altíð í topp – og tað var hann aftur í dag.
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Endiliga – havi eg hug at siga. Tekur væl meira ábyrgd í dag, og tað klæðir Mariu so sera væl. Fær eina heldur størri rollu í dag, tí at Jana fær tvær útvísingar í fyrra hálvleiki. Afturat sínum fýra málum hevur Maria fýra málgevandi avleveringar og fangar ein bólt. Vónandi ein dystur, sum sigur Mariu, at hon skal vera eins ágangandi komandu dyst. Tað hevur liðið tørv á.
Lív Bentsdóttir Zachariasen 4,5
Við vanda fyri at endurtaka áður skrivaði orð, kann ein mestsum bara taka hattin av og bukka. Vorðið sum krígskvinna vit hava í okkara miðverju. Sá út sum at serbiski miðleikarin hevði sæð sær Lív sum kvinnuna leypast skuldi á, men ofta var okkara við yvirlutan. Heilt einastandi flott kapping higartil.
Aftur í dag var heimaarbeiðið væl úr hondum greitt, og um tær úti á vøllinum vóru eitt sindur neyvari, livdi vónum um víðari luttøku framvegis. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Claus Mogensen 4,5
Venjaratoymið hevur megnað fyrstu HM-uppgávuna heilt einastandandi væl, og hesum stendur Claus á odda fyri. Kvinnurnar trívast sera væl undir hansara leiðslu. Tað er eyðsæð. Tí verða úrslitini eisini góð, men hvør hevði roknað við, at tey skuldu gerast so góð? Neyvan nógv. Enn einaferð greiddi føroyska liðið setningin til fulnar.




























