Viðareiðisbergholið stongt í óásetta tíð

Viðareiðisbergholið stongt í óásetta tíð
Støðan er so mikið álvarsom, at stovnurin kennir seg noyddan at steingja bergholið í óásetta tíð
09.12.2025 - 19:33

Í gjár var Viðareiðisberholið stongt eftir at smágrót var komið niður á vegbreytina. Og tað kunnu gott ganga fleiri dagar, áðrenn bergholið verður opin aftur.

- Vit vita ikki enn, hvussu umfatandi arbeiðið verður, tað mugu vit síggja, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Kringvarpið spurdi um at sleppa inn í bergholið at filma, hvussu tað sær út í tunlinum, men vit fingu ikki loyvi til tað. Vit hava tó fingið nakrar fáar myndir frá Landsverki.

 

20 metrar long riva

Tað var í 2016, at Viðareiðisbergholið lat upp. Tað var Articon, ið gjørdi bergholið. Í 2019 var bergholið kannað av Rambøl, men tey høvdu onga viðmerking.

Viðingar eru ikki fegnir um, at teir nú mugu koyra eftir gamla Viðareiðisvegnum.

Bergholið er 1900 metrar og rivan er umleið 1400 metrar inn frá Hvannasundssíðuni. Rivan er umleið 20 metrar long.

Rivan er eftir øllum at døma rættiliga álvarsom, tí í nýggjari tíð er einki berghol í Føroyum stongt av líknandi orsøk. Júst hvat verður gjørt, vil Landsverk tó ikki siga so nógv um í løtuni.


Stongt í fleiri dagar

Landsverk sigur í kvøld, at nakað av leysum gróti og betongi er tikið niður í dag, og nú skal loftið tryggjast.

Landsverk sigur eisini, at tað fara at ganga fleiri dagar, til bergholið letur upp aftur. Hvussu leingi er tó ógreitt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375