Málmeistarin

Málmeistarin
Sunnudagin 7. desember vóru 125 ár liðin, síðani skaldið og málprofessarin Christian Matras var føddur. Í hesum sambandi sendir KVF stuttrøð í tveimum pørtum um málmeistaran
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.  
 
10.12.2025 - 12:15

Christian Matras (1900-1988) var bæði skald og málvísindamaður. Hann gav okkum fyrstu orðabókina á føroyskum longu í 1928, um somu tíð yrkti hann nakrar av perlunum í føroyskum skaldskapi. 

Kringvarpið fer komandi tvey hóskvøldini at senda nýggja stuttrøð í sjónvarpinum um Christian Matras.

Í fyrsta Varðanum, sum kom í 1921, síggjast tveir kendir danskir sálmar í føroyskum búna. Týðingarnar eru meistarligar. Tað er at undrast á, at hin tá einans 19/20 ára gamli Christian Matras longu er so búgvin bæði málsliga og skaldsliga. Havast skal í huga, at unglingin hevði ongantíð havt føroyskt í skúlanum, ei heldur var nøkur orðabók tá at hjálpast við.

 

Vit taka her fyrru helvt av sálminum hjá Brorson, sum Christian týddi 19 ára gamal:

 

Upp alt ið Harrin hevur gjørt

1. Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,
hans dýrd og tign at prísa,
hans minsta skaparverk er stórt,
og kann hans megi vísa.

2. Og gingu kongar fram á rað
og vístu megi mesta,
teir megnaðu ei minsta blað,
á notulegg at festa.

3. Tey minstu grøs eg undrist á,
í skóg og dølum næla,
hvar skuldi eg tann vísdóm fá,
um tey við skil at tala?

4. Hvat gat eg sagt, tá eg man sjá
alt lív í skógum yðja,
hvønn fuglaleik um heyg og lág,
mær gleðisøgur siga.

5. Hvat gat eg sagt, tá eygað sær
á blómurnar um eingir,
og fuglasongur samfelt slær,
sum túsund harpustreingir.

Brorson (1734)
Matras (1920)


Hvat gat eg sagt

Um orðið gat - hvat gat eg sagt - stendur soleiðis í Móðurmálsorðabókini:

gita2  gat (eis. gitti) gótu gitið s57/2

3 kunna, vera førur fyri (við navnh. el. oftari lh tát), (kvæð.) áðrenn tey gótu á gólvi ganga; gitur ikki gingið fær ikki gingið; (skaldsk.) hvat gat eg sagt, tá eg man sjá; hann gat ikki lurtað eftir hesum tvætlinum (brýggjaði seg ikki um, tímdi ikki).

 

Brorson og Kingo

Árið eftir - í 1921 - týddi Christian kenda Kingo-sálmin "Harmur og gleði". Fyrsta ørindi er soljóðandi:

 

Harmur og gleði í felag tey reika

1. Harmur og gleði í felag tey reika,
eydna, óeydna tær ganga á rað.
Viðrák og mótrák tey skiftandi leika,
sólskin og skýggj ferðast saman í lag!
Jarðgull sum hold
er føgur mold,
himinin eina er sælunnar fold.

Kingo 1681
Chr. Matras 1921

 

 

Klassisk tilveruyrking

Ungi viðingurin fer eisini sjálvur at yrkja. Og brátt sæst, at her hava Føroyar fingið eina nýggja og øðrvísi skaldarødd. 

Christian Matras hevur ikki romantiskar tilsipingar um tjóðskap og kristni ella evropeiska mentanarsøgu, sum aðrir. 

Longu í 1920 - framvegis bara 19 ára gamal - yrkir hann hesa sterku og djúpu tilveruyrkingina:

 

HITT BLINDA LIÐIÐ

Ganga fram í myrkri
øll tey blindu
Ganga ymsar leiðir
eftir lyndi
Eingi hóma miðið,
fram bert ganga -
so fer blinda liðið
vegin langa

Summi lúgvast tíðliga
og leggjast fyri,
onnur halda ferðin
er uttan virði,
fylgja so við streymi
uttan vilja -
ganga øll í dreymi
og einki skilja

So í sælum stundum
hendir lívsins undur,
blindir fáa megi
at lata eygu sundur,
liva ríkar løtur,
ið leingi minnast,
síggja allar gøtur
saman finnast

Ganga so aftur
øll í blindum,
ganga ymsar leiðir
eftir lyndum,
eingi hóma miðið,
fram bert ganga -
so fer blinda liðið
vegin langa

 

Málráðið heilsar

Sunnudagin, tá Christian Matras hevði fylt 125, legði Málráðið út skriv um skaldið og málmannin. Har stendur millum annað so: 

"Fyrstu barnaárini gekk Christian í skúla á Viðareiði. Tá var einki fak, sum æt føroyskt. Alt var danskt. Ein dagin heima við hús kom hann fram á eina bók, sum endavendi øllum. Har á borðinum lá ‘Bíbilsøga’ eftir Jógvan Poulsen (1900). Nú kyknaði okkurt í dreinginum, tí bókin var skrivað á føroyskum. Hetta var fyrstu ferð, at hann las á sínum egna máli. Christian skal seinni hava sagt, at henda bók – ikki innihaldið, men sjálvur málbúnin – var tann týdningarmesta á hansara yrkisleið."

 

Stuttrøð í KVF

Um fyrra partin í stuttrøðini, sum Kringvarpið sendir hóskvøldið, frætta vit um barnaárini á Viðareiði, ungdóms- og lestrarár í Havn og Keypmannahavn, og fyrstu skaldaroyndirnar í tjúgu- og tretivuárunum.

Hann hittir Marionnu, ið verður kona hansara, hann verður magistari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, seinni doktari í málfrøði. Hann er nú á einum vegamóti, familja, arbeiði, bústaður og lívsdreymar skulu fáast at ganga upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256