Tjóðsavn í Hoydølum fer at kosta umleið 300 milliónir

Tjóðsavn í Hoydølum fer at kosta umleið 300 milliónir
Heildarætlanin verður løgd fram í auluni í gamla Studentaskúlanum í Hoydølum í kvøld
Sambært ætlanini skulu verandi bygningar setast í stand, og eisini skal friðaða økið í Hoydølum brúkast til fjølbroytta virksemið hjá Tjóðsavninum.
 
11.12.2025 - 11:05

Tað fer at kosta umleið 300 milliónir krónur at savna virksemið hjá Tjóðsavninum í Hoydølum.

Tað vísir ein leyslig meting, sum Landsverk hevur gjørt saman við Tjóðsavninum.

Ein heildarætlan er gjørd fyri økið. Sambært ætlanini skulu verandi bygningar setast í stand, og eisini skal friðaða økið í Hoydølum brúkast til fjølbroytta virksemið hjá Tjóðsavninum.

Heildarætlanin verður løgd fram auluni í gamla Studentaskúlanum í Hoydølum klokkan 19 í kvøld.

Í innbjóðingini til tiltakið skrivar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, at "við framsýningum um náttúru og mentan og eini serligari framsýning um tuberklatíðina í Føroyum er ætlanin at Hoydalar verða karmur um eitt tjóðsavn, ið er viðkomandi og savnandi fyri okkum øll."

Heildarætlanin kann fremjast í verki yvir eitt áramál, frá 2027 til 2035. 

Kostnaðurin er leysliga mettur til 300 milliónir krónur, sigur Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki:

 

11122025_Bardur_1

 

Enn er tó bara talan um leysligar metingar, sigur Bárður í Baianstovu:

 

11122025_Bardur_2

 

Bárður í Baianssstovu, arkitektur hjá Landsverki, og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, greiddu frá heildarætlanini fyri Hoydalar í sendingini Kultura í gjárkvøldið.

Kultura verður endursend  klokkan eitt, og sendingin kann eisini hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025