Bassleikarin í Týr traðkaður inn í kastljósið við soloplátu

Bassleikarin í Týr traðkaður inn í kastljósið við soloplátu
"Psycho Train" eitur fyrsta soloplátan hjá Gunnari Thomsen, bassleikara í Týr, sum hevur fingið sær kelinavnið GUNZ sum pallnavn. Gunnar er gestur í RagnarRokk hóskvøldið
Gunnar Thomsen, sum vit kenna hann í Týr. Nú stendur hann tónlistarliga eisini á egnum beinum við útgávuni Psycho Train undir pallnavninum GUNZ
Mynd: Týr á Facebook  
 
17.12.2025 - 12:10

Vanliga liva bassleikarar í tónleikabólkum eina eitt sindur navnleysa og goymda tilveru á pallinum onkrastaðni til høgru aftan fyri sangaran og oddamannin í bólkinum. 

Orsøkin til, at nógv byrja at spæla bass, er nokk eisini tí, at tey tíma væl at spæla tónleik, men tey tíma ikki ordiliga at vera í framljósinum. 

Tað ber tó ikki ordiliga til at siga um Gunnar Thomsen, bassleikara í heimskenda føroyska vikingmetal-bólkinum Týr. Gunnar hevur á ongan hátt goymt seg í pallmyndini hjá Týr.

Í grundini ber til at siga, at Gunnar er hjartað og sálin hjá Týr á pallinum, tí hann hevur altíð virkað sum eitt slag av pallstjóra, ið hevur roynt at fingið áskoðararnar við. 

 

Nógvir sangir verða vrakaðir

Nú tekur Gunnar Thomsen so endaliga fetið út í kastljósið við sínari fyrstu soloplátu undir pallnavninum GUNZ, og í tí sambandi er Gunnar gestur í RagnarRokk hóskvøldið.

Plátan, ið hevur fingið heitið "Psycho Train", er gjørd í samstarvi við gittarleikaran í Týr, Hans Hammer. 

"Noy" er tó stutta og greiða svarið frá Gunnari, tá ið hann verður spurdur, um tað altíð hevur verið ein dreymur hjá honum at geva eina soloplátu út. 

"Eg skrivi sangir til Týr, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá tú spælir við í einum bólki, so er tað ikki alt, ið tú kemur við, sum sleppur ígjøgnum nálareygað. Nógv fellir burtur, og tað havi eg altíð hildið verið spell, so plátan er ein samling av sangum, ið eg havi skrivað millum ár og dag, men sum ongantíð eru útgivnir fyrr. Tann elsti er nokk 20 ára gamal", greiðir Gunnar Thomsen frá. 

 

Hammer var jarnbrotið

Tað var tó ikki, fyrr enn Hans Hammer gjørdist limur í Týr, at gongd kom á GUNZ-verkætlanina. Tað ber til at siga, at Hans Hammer var jarnbrotið, ið skuldi til. 

"Eg havi manglað onkran at samstarva við, ið dugir alt tað tekniska við at taka upp. Har eri eg eiðasørur, men alt tað dugir Hans. Eg hevði sangin 'Road', sum er við á plátuni, liggjandi, so vit báðir avtalaðu at royna at vita, um vit kundu fáa okkurt burtur úr honum."

Ætlanin hjá Gunnari var, at Hans Hammer skuldi syngja, men bæði Hans Hammer og Heri Joensen, sangari í Týr, eggjaðu Gunnari til at syngja sjálvur. 

"Tað hevði eg slett ikki ímyndað mær, at eg dugdi ella skuldi, men tá eg ikki krympaði tær av at hoyra meg sjálvan syngja, so mátti tað vera á einari leið", greiðir Gunnar Thomsen frá í Ragnarrokki. 

 

Dóttirin sniðgivið

Umframt at syngja og spæla bass á útgávuni, so endaði tað eisini við, at Gunnar Thomsen eisini spælir nógv av rútmugittarunum á "Psycho Train".

"Soloirnar fari eg ikki at róta meg út í, so teimum tekur Hans sær av", staðfestir Gunnar læandi.

Heri Joensen og Terji Skibenæs eru eisini gestatónleikarar á plátuni, har teir spæla soloir, meðan tað er trummuspælarin í Týr, Tadeusz Rieckmann, ið spælir trummur á plátuni. 

Permusniðið og allar aðrar myndir í húsanum eru gjørdar av dóttur Gunnar, Idunn Liv Letes.

Lurtið eftir RagnarRokk í útvarpinum hóskvøld klokkan 21 ella á KVF Ljóð, tá ið tað passar tykkum. 

 

Hvat: RagnarRokk
Hvar:
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær:
Hóskvøld kl. 21, og tá ið tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023