MEGD: Allar galdandi lógir vera settar til viks

MEGD: Allar galdandi lógir vera settar til viks
- Allar galdandi lógir vera settar til viks og fólk sleppa ikki til orðanna, sigur Ása Olsen, forkvinna í MEGD
Savn
 
19.12.2025 - 18:23

- Allar galdandi lógir vera settar til viks og fólk sleppa ikki til orðanna.

Tað sigur Ása Olsen, forkvinna í MEGD, um avgerðina hjá Almannaverkinum at flyta umlættingina frá Frítíðarheiminum í Havn til Sands.

Í november gjørdi MEGD Brekumboðið vart við málið.

At umlættingin á Fríðtíðarheiminum í Havn flytir til Sands eftir ársskitið, hevur stórar avleiðingar fyri fólk við menningartarni og autismu, sum búgva í Havn.

Nena Jákupsdóttir eigur dóttur, sum hevur tørv á hesum tilboðið, og nú missir tilboðið, sum hevur ligið í nærumhvørvinum.

Forkvinnan í Javna, Helena Jørmundsson, finst eisini hvassliga at avgerðini hjá Almannaverkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1784099

 

Raksturin tillagaður

Hjørdis Mortensen, stjóri í Almannaverkinum, sigur í skrivligum svari til Kringvarpið, at flytingin er partur av størri umskipan av tænastum í Almannaverkinum fyri at tillaga raktsurin til fíggjarliga rásarúmið fyri næsta ár, - hetta fyri at umganga at niðurleggja tænastur.

Spurd, hví avvarðandi ikki eru tikin við upp á ráð, sigur stjórin í Almannaverkinum, at í slíkum støðum er trupult at gera umskipanir ella tillagingar uttan, at borgarar og avvarðandi merkja broytingina  antin við at tænasta verður niðurløgd ella við at tænasta verður broytt. 

Tó roynir Almannaverkið at skipa broyttu tænastuna í so tøttum samstarvi við avvarðandi sum tað letur seg gera. Almannaverkið hevur tí verið á fundi við fleiri avvarðandi fyri at tryggja eina so góða tilgongd sum gjørligt og stuðla borgarunum at fella til í nýggju umstøðunum, sigur Hjørdis Mortensen millum annað í skrivliga svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303