Suðurkorea gevst at ættleiða til onnur lond

Suðurkorea gevst at ættleiða til onnur lond
Ættleiðingar minka so líðandi og halda uppat í 2029, boðar suðurkoreanska stjórnin frá
24 børn vóru ættleidd í ár, sambært heilsumálaráðnum í Suðurkorea
Mynd: Savnsmynd  
 
26.12.2025 - 14:46

Suðurkoreanska stjórnin fyrireikar seg nú til at gevast við altjóða ættleiðingum.

Ættleiðingar minka so líðandi og halda uppat í 2029, boðar suðurkoreanska stjórnin frá.

Frameftir verða altjóða ættleiðingar bert loyvdar í serligum førum, har mannagongdir verða gjørdar beinleiðis við útlendskar stjórnir, skrivar The Korea Herald.

Avgerðin hevur til endamáls at verja rættindi hjá børnunum, sum landið hevur høvuðsábyrgd av, sigur Lee Seu-ran, suðurkoreanski varaheilsumálaráðharrin.

Sambært hagtølum frá suðurkoreanska heilsumálaráðnum, er talið á altjóða ættleiðingum úr Suðurkorea farið úr 2.101 niður í 24 ættleiðingar seinastu tjúgu árini.

Í juli-mánaði fór landið formliga undir eina almenna skipan, sum flutti leiðsluna av ættleiðingum frá privatum stovnum til miðfyrisitingina og kommunur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666