Línuflotin fiskaði fyri 600 milliónir í fjør

Línuflotin fiskaði fyri 600 milliónir í fjør
Avreiðingarvirðið er nærum tvífaldað frá 2021 til 2025
Klakkur var besta línuskipið í fjør.
 
02.01.2026 - 15:44

Árið í fjør setti met hjá línuflotanum.

Tað staðfesta nýggjastu avreiðingartølini hjá Vørn fyri 2025.

Línuskipini fiskaðu fyri 602 milliónir krónur, og tað er nógv meira enn undanfarin ár. Í 2024 avreiddu línuskipini fyri 433 milliónir, í 2023 avreiddu tey fyri 404 milliónir, í 2022 fyri 456 milliónir og í 2021 fyri 316 milliónir krónur.

Avreiðingarvirðið er tí nærum tvífaldað frá 2021 til 2025.

 

Jógvan I fiskaði 1.795 tons, ið vórðu avreidd fyri 71,4 milliónir.

 

Fiskaðu 14.500 tons

Í fjør fiskaðu línuskipini tilsams 14.500 tons. Nærum helvtin, 6.855 tons, var toskur, og eisini fiskaðu tey tilsamans góð 2.600 tons av hýsu, smá 2.600 tons av longu og 1.500 tons av brosmu.

Samanumtikið var fiskiskapurin betri í fjør enn árið fyri. Línuskipini landaðu 13.330 tons í 2024 og 14.500 tons í fjør.

Besta línuskipið í fjør var Klakkur, sum fiskaði 1.918 tons, ið vórðu avreidd fyri 82,4 milliónir krónur.

Jógvan I fiskaði 1.795 tons, ið vórðu avreidd fyri 71,4 milliónir.

Og hóast Kambur fiskaði eitt vet minni, tilsamans 1.752 tons, so fór avreiðingarvirðið uppum. Kambur avreiddi fyri 71,9 milliónir.

 

Eivind avreiddi fyri góðar 54 milliónir í 2025.

 

Gekk eisini væl hjá hinum skipunum

Eisini hini línuskipini høvdu eitt gott ár í fjør.

Stapin og Jákup B avreiddu báðir fyri 59 milliónir í fjør, Eivind avreiddi fyri góðar 54 milliónir, Vesturhavið fyri 51 milliónir, Sandshavið fyri 48 milliónir, Pison fyri 36 milliónir, Polarstjørnan fyri 27 milliónir, Núpur fyri 26 milliónir, Mars fyri smáar 15 milliónir og Kvikk fyri sjey milliónir.

13 línuskip eru í bólki-3 í yvirlitinum hjá Vørn fyri fiskiskap og avreiðingar í fjør.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115