Grønlendsk fólkatingskvinna vil hava tilbúgving móti Trump

Grønlendsk fólkatingskvinna vil hava tilbúgving móti Trump
Aaja Chemnitz sigur, at fólkið í Grønlandi skal fáa greið boð, hvat tað skal gera, um USA tekur Grønland
Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna, sigur, at Grønland eigur at fyrireika seg til, at tað versta kann henda.
Mynd: Ritzau Scanpix/KNR  
 
06.01.2026 - 08:06

Ymiskt er, hvussu politikarar taka orðini hjá Trump um Grønland.

Tey flestu taka tey í fullum álvara.

Men grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, fer eitt stig longri enn hini.

Hon vil hava eina tilbúgving, skuldi Trump gjørt álvara av sínum orðum um, at hann vil hava Grønland.

KNR sigur, at sambært Aaju Chemnitz skal fólkið í Grønlandi fáa greið boð um, hvat tað skal gera, um USA tekur Grønland. 

 

Eiga at fyrireika seg til tað versta

Grønland eigur at fyrireika seg til, at tað versta kann henda.

Fólkatingið eigur at sannføra landsstýrið um, at ein tilbúgving skal gerast. 

Aaja Chemnitz sigur við KNR, at Trump lurtar ikki eftir tí, sum grønlendingar siga.

Hon sigur seg ikki vilja vera bundin av USA.

Vit eiga at spyrja, um USA nú er tann sameindi, sum USA var, sigur hon.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327