Serligi sendimaðurin: Eingin ætlan um at taka Grønland

Serligi sendimaðurin: Eingin ætlan um at taka Grønland
Jeff Landry vísir aftur, at tað er í lagi at taka Grønland við valdi
Jeff Landry, sum amerikanski forsetin hevur tilnevnt serligan sendimann í Grønlandi.
Mynd: The Boston Globe  
 
07.01.2026 - 11:08

Jeff Landry, sum er tilnevndur serligur amerikanskur sendimaður í Grønlandi, heldur ikki, at USA fer at taka Grønland.

Tað sigur hann við miðilin CNBC, tá hann verður spurdur um tað, sum Donald Trump, forseti, hevur sagt um Grønand.

- Eg haldi ikki, at tað er tað, forsetin tosar um, sigur Jeff Landry við CNBC, sambært Ritzau.

Hann vísir eisini aftur, at tað er í lagi at taka Grønland við valdi.

Longu í desember legði serligi amerikanski sendimaðurin dent á í samrøðu við Fox News, at USA hevur ongar ætlanir um "at taka land hjá øðrum."

Trump hevur fleiri ferðir seinastu tíðiina tikið uppaftur, at USA hevur brúk fyri Grønlandi av trygdarávum. 

Hóast Landry vísir aftur, at Trump ætlar at yvirtaka Grønland, leggur hann tó fleiri ferðir í samrøðuni við CNBC dent á, at forsetin brúkar Monroe-doktrinina.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, James Monroe, orðaði doktrinina í eini røðu fyri kongressini í 1823. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Mikudag 11. februar
Morgunlestur mikudagur 11.februar 2026
203858
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896