Bakkafrost í Skotlandi: Sjúka kostaði 60 milliónir í fjórða ársfjórðingi

Bakkafrost í Skotlandi: Sjúka kostaði 60 milliónir í fjórða ársfjórðingi
Óvanliga nógv smolt og laksur doyðu av fiskasjúkuni pasteurella
Bakkafrost hevur havt stór hall í Skotlandi í fleiri ár.
Mynd: Bakkafrost  
 
07.01.2026 - 13:17

Fiskasjúkan pasteurella hevur verið dýr fyri Bakkafrost.

Seinasta ársfjórðingin í 2025 hevði Bakkafrost 60 milliónir krónur í meirútreiðslum í Skotland, tí óvanliga nógv smolt og laksur doyðu. Ein av høvuðsorsøkunum til, at nógvur laksur er deyður, er sjúkan pasteurella. 

Tað hevur Bakkafrost boðað keypsskálanum í Oslo frá.

Í fráboðanini stendur, at fyribilstølini fyri fjórða ársfjórðing vísa, at 58 milliónir krónur av meirútreiðslunum stava frá, at óvanliga nógvur laksur doyði í alibrúkinum í Portree, og tvær milliónir krónur frá, at nógv smolt doyði í Couldoran í Skotlandi.

Bakkafrost hevur havt stór hall í Skotlandi í fleiri ár, og seinasta summar gjørdi alifyritøkan av at leggja smoltalingin í Skotlandi saman við teirri føroysku so hon er undir føroyska leiðslu.

- Tað er neyðugt at gera nakað nú, so at tað kann ganga skjótari at fáa alingina í Skotlandi at ganga betur, segði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, við útvarpið í august í fjør.

 

Regin Jakobsen. 

 

Partabrævið fallið

Partabrævið hjá Bakkafrosti fall nakað, eftir at fráboðanin um meirkostnaðin í Skotlandi kom fyrradagin. Mánadagin var partabrævið 510 norskar krónur, men tá ið marknaðurin læt aftur í gjár, var tað fallið niður í 493 norskar krónur. 

Síðsta árið er partabrævið hjá Bakkafrosti fallið úr 612 norskum krónum niður í 493 norskar krónur. Í juli var tað tó enn lægri. Tá tað var lægst, var tað 393 norskar krónur.

Bakkfrost kunnger ársúrslitiå fyri 2025 tann 9. februar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619