Elias í uppskoti til besta spælara í Týsklandi

Elias í uppskoti til besta spælara í Týsklandi
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein av 10 spælarum, sum eru í uppskoti til besta spælara í Týsklandi í 2025
Elias Ellefsen á Skipagøtu í dysti fyri Kiel
Mynd: THW Kiel  
 
08.01.2026 - 10:42

 

Føroyski hondbóltsspælarin Elias Ellefsen á Skipagøtu er í uppskoti til heiðurin sum besta spælarin í Týsklandi í 2025.

Spælskiparin kappast við liðfelagan úr THW Kiel Andreas Wolff og Sergey Hernandez (Magdeburg), Gísli Kristjánsson (Magdeburg), Kai Häfner (Hannover-Burgdorf), Tim Suton (TBV Lemgo), Marko Grgić (Flensburg-Handewitt), David Späth (Rhein-Neckar Löwen), Tim Freihöfer (Füchse Berlin) og Mathias Gidsel (Füchse Berlin).

Tað eru redaktørar frá handball-world.news og Bock auf Handball, sum hava innstillað spælarar og lið í tilsamans 11 flokkum, og hondbóltsfjepparar kunnu atkvøða til 22. januar.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel vunnu týsku steypakappingina farna kappingarár, men fleiri av avrikunum hjá føroyinginum í heyst og vetur hava verið í serflokki. 

Stutt fyri vetrarsteðgin var hann óheppin og meiddi sær økslina, og í løtuni er ivasamt, um spælskiparin verður á vøllinum, tá Føroyar spæla ímóti Sveis í fyrsta EM-dystinum 16. januar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609