Ericsson ætlar at siga 1.600 starvsfólkum upp

Ericsson ætlar at siga 1.600 starvsfólkum upp
Hetta verður gjørt fyri at styrkja kappingarførið, sigur svenska telefyritøkan
Tey 1.600 fólkini, sum ætlanin er at siga upp, svara til 10 prosent av øllum starvsfólkunum hjá Ericsson í Svøríki.
Mynd: Reuters  
 
15.01.2026 - 08:33

Telefyritøkan Ericsson ætlar at skerja starvsfólkahópin í Svøríki, skriva tey í tíðindaskrivi.

Umleið 1.600 størv kunnu verða rakt av niðurskurðinum. Tað svarar til stívliga 10 prosent av starvsfólkahópinum hjá Ericsson í Svøríki.

Hetta verður gjørt fyri at styrkja kappingarførið hjá felagnum.

Í 2024 segði felagið 1.200 starvsfólkum úr starvi í Svøríki.

Ericsson, sum fyrr gjørt vart við seg innan fartelefonir, selur í dag undirstøðukervi, ritbúnað og aðrar tænastur innan kunning og samskifti, og hevur serliga lagt seg eftir 5G tøkni.

Í Føroyum er 5G-farnetið frá Ericsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050