VIDEO: Óli spældi sín lívs dyst

bannari
VIDEO: Óli spældi sín lívs dyst
Óli Mittún skaraði framúr í søguliga stórsigrinum hjá Føroyum á Montenegro. Bakkurin var ógjørligur at steðga, og úrslitið var níggju mál og heili 11 upplegg.
Óli Mittún vísti seg fram frá síni bestu síðu í søguliga sigrinum hjá Føroyum ímóti Montenegro
Mynd: Filip Viranovski / kolektiff  
 
19.01.2026 - 10:49

 - Karakterstigin røkkur vanliga bert upp í fimm, men í dag velji eg at geva eitt + omaná.

Soleiðis skrivaði viðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, um Óla Mittún, tá hann metti um avrikini hjá føroysku spælarunum í søguliga 37-24 sigrinum á Montenegro í gjár. 

Hann var snøgt sagt bergtikin av avrikinum hjá fótfima bakkinum, sum mundi spæla sín lívs dyst frammanfyri teimum túsundtals føroyingunum í Unity-leikhøllini í Oslo. 

LES EISINI: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro

Ei undur í; Óli Mittún var ógjørligur at steðga hjá risunum í montonegrinsku verjuni. Hjálptur av góðum álopsvariantum og 'screeningum' frá vælspælandi strikunum, fór hann ferð eftir ferð ígjøgnum, og úrslitið var hitt sama hvørja ferð. Mál til Føroyar.

 

260118_OLI_OLL_MAL

 

Framúr avrik á øllum plássum

Venjarin Peter Bredsdorff-Larsen hevur undan endaspælinum lagt stóran dent á, at Føroyar skuldu spæla á EM-stigi. Danin fór ivaleyst væl nøgdur til songar í gjár, tí spælararnir góðu honum framúr avrik á øllum plássum.

Evropeiska hondbóltssambandið valdi føroyska málverjan Paula Jacobsen til dagsins spælara. Tað var eisini væl skilligt. Nógv liggur á herðunum hjá liðskiparanum, og hann livdi so ruddiliga upp til krøvini ímóti Montenegro. Bjargar 16 av 37 skotroyndum, og tað gevur honum 44 í bjargingarprosenti.

 

Top_5_Saves_of_the_Day_-_Day_4_Original_Video_m13571

 

Fleiri av bjargingunum vóru ódramatiskar og í góðum samstarvi við framúr góðu verjuna, meðan aðrar vóru beinleiðis stórbjargingar. Ein av hesum slagnum er næstbesta bjargingin í 4. dystardegi, heldur í hvussu er EHF.

Føroysku spælararnir forkelaðu eisini fjeppararnar við fleiri góðum málum. Einki betri enn tá Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk bóltin við fáum sekundum eftir at klokkuni og høgdi hann upp í hornið úr eini 11 metrum. Um fólk framvegis leitaðu eftir tekini upp á, at økslin hevur tað gott, fingu tey tað har.

Skotið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu var somikið gott, at EHF hevur valt tað til hitt besta á fjórða dystardegi.

 

Top_5_Goals_of_the_Day_-_Day_4_Original_Video_m13572

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959