Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í søguliga sigrinum á Montenegro og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
18.01.2026 - 22:03

Føroysku hondbóltsmenninir gjørdu kvinnunum bragdið eftir, tá teir smurdu Montenegro av í Unity Arena og tryggjaðu sær sín fyrsta endaspælssigur yvirhøvur.

Tað var ikki óvæntað, men at avrikið skuldi verða so gott og málmunurin so stórur, tað kom óvart á. Spælararnir settu næstan ikki ein fót skeivt. Verjan stóð stinn við stórspælandi Paula Jacobsen aftanfyri seg, og í álopinum serveraðu føroyingarnir stórspæl fyri hvíta menniskjahavinum í Oslo.

Niðanfyri verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala.

 

5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”

4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”

3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”

2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”

1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”

 

Pauli Jacobsen 5

Bjargar 16 av 37 skotroyndum, og tað gevur honum 44 í bjargingarprosenti. Vorðið sum dystur av Paula. Liggur nærum allan dystin á umleið 50% og er avgjørt við til at halda Montenegro niðri á bert 24 málum væl hjálptur av einari sera stinnari verju. Ein framúr góður dystur, sum Pauli helst seint kemur at gloyma.

 

Tórður Guttesen Skorheim

Er bert inni til eitt brotskast. Ikki nokk til stig.

 


Pauli Jacobsen fekk heiðurin sum dagsins spælari frá EHF, og hann fær eisini fult stigatal frá Inga Olsen. Bert ein spældi betri, sambært Undirhondini. (Mynd: Filip Viranovski / kolektiff)

 

Helgi Hilarson Hoydal

Ikki á dómaraseðlinum

 

Bjarni Selvindi

Sambært hagtølunum fær Bjarni bert 26 sekund á vøllinum., og tað er sjálvandi ikki nokk til at geva stig eftir.

 

Leivur Mortensen 4

Trý mál uppá fýra møguleikar og enn ein super góður dystur frá Leivi. Í dag sóu vit nakað so óvanligt sum eitt brent skot frá trygga vinstra veinginum. Hini trý sótu sera trygt. Eins og hjá restini av liðinum, var hetta bara eitt serstakliga væl úr gondum greitt avrik.

 

Allan Norðberg 3,5

Allan hevur í seinastuni havt leiklut bæði á vonginum og á bakkinum. Hedur meir á bakkinum, tí at Hákun spælir nærum hvørja ferð og allan dystin. Í dag fær Allan 10 minuttir og ger tað rættuliga gott. Hevur eina fríspæling, sum Hákun umsetir til mál, og so fær hann ein møgleika, sum hann eisini setir trygt í netið.

 

Pætur Mikkjalsson 3,5

Fær møguleikan frá byrjan í dag og spælir samanlagt 13 minuttir. Stendur sera væl í verjuni, eins og restin av manningini í verjuspælinum. Fær ein møguleika at skora, sum hann tó misnýtir, og tað telur nakað niður. Samanlagt var avrikið tó sera gott.

 

Rói Berg Hansen

Kom ikki inn í dag.

 

Hákun West av Teigum 3,5

Ein heilt annar dystur frá Hákuni í dag í mun til fríggjadagin ímóti Sveis. Montenegro var í gávuhýri, og Hákun tekur av. Í flestu førum. Vit eru von við, at nærum allar málroyndir vera settar í málið, men í dag bleiv tað til níggju mál uppá 14 royndir. Afturat hesum, fær hann eitt ”steal”, sum er at fanga ein bólt frá mótleikarunum, og finnur Teis Horn Rasmussen meistarliga.

 


Á flogi: Hákun West av Teigum í eyðkendum stíli av høgra veingi. Saman við Óla Mittún og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu gjørdist hann toppskjútti við níggju málum. (Mynd: Filip Viranovski / kolektiff)

 

Kjartan Johansen

Ikki á dómaraseðlinum.

 

Vilhelm Poulsen 4

Ein avbera góður dystur frá Vilhelmi. Serliga í verjupartinu stendur Vilhelm – aftur í dag – ein framúrskarnadi dyst. Dagsins leikari frá seinasta dysti hjá Montenegro verður fullkomiliga pakkaður inn, og Vilhelm fær tikið pippið frá øllum, sum royna at sleppa framvið. Nógvar dystir hevur Vilhelm spælt væl, men hesin telist millum hansara allar bestu. Tað, sum telir eitt vet niður, eru tveir brendir møguleikar upp á tríggjar royndir.

 

Tróndur Mikkelsen 3,5

Spælir 10 minuttir í dag, og teir koma allir í verjuni. Avgjørt eitt nøktandi avrik frá Tróndi. Ger ikki so nógvan háva burturúr sær, men ger arbeiðið, hann er settur til at gera.

 


Sterki strikuspælarin fegnast um søguligan stórsigur á Montenegro. Avrikið í verju og álopi gevur honum 4,5 frá Inga Olsen. (Mynd: Filip Viranovski / kolektiff)

 

Ísak J. D. Vedelsbøl 4,5

Miðverjan við Ísaki og Teis er helst tann besta, vit klára at stilla við beint nú, og so var aftur í dag. Ísak spælir allan dystin (burtursæð frá úrvísingini tíðliga í dystinum), og avrikið var framúr. Ísak megnaði at gera arbeiðið hjá málverjanum munandi lættari, tí montonegrinar spæla seg sjáldan til møguleikar úr leysum støðum. Helst besti landsdystur yvirhøvur frá Ísaki. Fær tvey mál uppá tríggjar royndir.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu 4,5

Níggju mál uppá 10 royndir umframt fýra málgevandi avleveringar siga, at Elias enn einaferð spælir ein framúr góðan dyst. Harumframt vóru rættuliga nógvar góðar verjustøður, sum vit ikki eru so von við at síggja frá honum. Tryggur úr sjey metrum aftur í dag. Ilt er at siga, um hetta var besti dystur hjá Eliasi

yvirhøvur, tí har hava verið rættuliga nógvir góðir. Vit hava so fingið staðfest, at økslin er í rímiligum standi – í hvussu er meðan spælt verður.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu takkaði teimum, sum hava hjálpt sær við økslini síðan skaðin kom í desember. Føroysk viðhaldsfólk kunnu bert siga "sjálvtakk", tí spælskiparin vísti aftur stórspæl. (Mynd: Filip Viranovski / kolektiff)

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu

Spælir aftur í dag bert tríggjar minuttir, og tað er heldur lítið til at geva karakter.

 

Óli Mittún 5+

Sjáldan havi eg sæð eitt so gott avrik. Einki minni enn einastandandi. Níggju mál uppá níggju royndir og ikki færri enn 11 málgevandi avleveringar. Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar atsóknir eru frá Óla í dystinum, men tær eru rættuliga nógvar, og sera ofta enda hesar støðurnar við, at onkur verður snýttur, ella at bólturin hegnisliga verður tveittur til ein fríðan liðfelaga. Óli vísir greitt í dag, hví hann av EHF verður mettur sum ein, sum øll skulu halda eyguni við. Karakterstigin røkkur vanliga bert upp í fimm, men í dag velji eg at geva eitt + omaná.

 


Atdráttarmegi, hvør atdráttarmegi? Óli Mittún leggur ikki í, hvønn veg hann vendir. Kimiligi bakspælarin kann skjóta úr mestsum óhugsandi støðum og spældi ein heilt einastandandi dyst ímóti Montenegro. (Mynd: Filip Viranovski / kolektiff)

 

Teis Horn Rasmussen 4,5

Tríggjar royndir og trý mál í dag, men tað, sum telur mest, er verjuparturin. Tó so, at fleiri góðar "screeningar" eisini gera avrikið einastandandi gott í dag. Byrjar ikki inn, men kemur rættuliga skjótt á vøllin og spælir síðan restina av dystinum. Setti nærum ikki eitt bein skeivt í dag. Tá skot komu frá Montenegro, vórðu tey annaðhvørt blokkaði ella trýst so nógv, at arbeiðsumstøðurnar hjá Paula í málinum vórðu rættuliga góðar.

 

Pauli Mittún

Spælir sambært hagtølunum í 57 sekund. Ikki nóg mikið til at geva karakter.

 

Peter Bredsdorff-Larsen 5

Trupult at seta fingurin á nakað, sum átti at verið gjørt øðrvísi í dag. Alt gekk upp í eina hægri eind. Taktiska uppskriftin til dystin var avbera góð, og tað eigur venjarin avgjørdan heiður fyri. Liðið er bygt upp rundan um Óla Mittún og Elias E. á Skipagøtu í álopinum, og tann parturin koyrir í dag sum smurt. Harumframt er verjuparturin í topp og væl tað. Tað var týdningarmikið fyri Føroyar at vinna sín fyrsta dyst, og tí verður aftur í dag spælt uttan tær nógvu útskiftingarnar. Alt í alt til lukku Føroyar og alt venjaratoymi við framúrskarandi flotta sigrinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797