Norski forsætisráðharrin og finski forsetin svara Trump

Norski forsætisráðharrin og finski forsetin svara Trump
Jonas Gahr Støre og Alexander Stubb vilja at sleppa at tosa við amerikanska forsetan um revsitoll og spentu støðuna
Jonas Gahr Støre og Alexander Stubb hava í felag skrivað bræv til Donald Trump.
 
19.01.2026 - 15:31

- Øll eiga at arbeiða fyri at sissa.

Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, í skrivligum svari til Donald Trump, forseta, sum um vikuskiftið hevur sent Støre bræv.

Trump sigur seg vera vónbrotnan um, at hann ikki fekk Nobel-friðarheiðurslønina, og at hann tí ikki kennir seg bundnan av "bara at hugsa um frið."

Trump skrivaði m.a.:

"Tá ið títt land hevur gjørt av ikki at geva mær friðarheiðursløn Nobels, nú eg hava endað í minsta lagi átta kríggj, kenni eg meg ikki bundnan av bara at hugsa um frið, sjálvt um tað altíð er tað týdningarmesta. Nú kann eg hugsa um, hvat er gott og rætt fyri USA."  

Trump nevnir eisini Grønland: 

- Danmark kann ikki verja hatta landið fyri Russlandi og Kina. Og hví hava tey yvirhøvur rættin at eiga tað, spyr Trump í brævinum.

 

Donald Trump (Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Jonas og Stubb svara í felag

Norsku miðlarnir, VG og NTB, hava fingið innlit í svarið, sum Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, og finski forsetin, Alexander Stubb, skrivaðu og sendu seinnapartin í gjár. 

Støre og Stubb skriva:

"Viðvíkjandi sambandinum um Atlantshav - um Grønland, Gaza, Ukraina, - og fráboðanina hjá tær um toll í gjár. Tú kennir okkara støðu í hesum málum. Men vit halda, at vit øll eiga at arbeiða fyri at kyrra støðuna. So nógv hendir uttan um okkum, har vit hava brúk fyri at standa saman. Vit mæla til, at vit tosa við teg seinni í dag - allir saman ella hvør sær,  - gev okkum eina ábending um, hvat tú helst vilt hava!

Heilsan - Alex og Jonas."

Skriva norski forsætisráðharrin og finsk forsetin í boðum til Trump í boðum seinnapartin í gjár.

Tíðindafólkið hjá TV2 í USA, Torsten Jansen, er ovfarin av, at Trump ikki kennir seg bundnan til at hugsa um frið. 

- Hetta eiga eigur at fáa vinir og sameind í Kongressini at reagera, sigur hann: 

 

19012025_Torsten_Jansen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839