Mark Rutte: Nato-londini skulu økja trygdina í Arktis

Mark Rutte: Nato-londini skulu økja trygdina í Arktis
Úrslitini av herdu trygdini skulu vera sjónlig longu í ár, sigur Nato-aðalskrivarin
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, hevði fund við Donald Trump, forseta, í gjár.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.01.2026 - 14:16

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, hevur nú viðmerkt nakrar smálutir um skitsuna fyri eini avtalu um Grønland, sum hann tosaði við Donald Trump, forseta, um í gjár.

Mark Rutte, sum er á toppfundinum í World Economic Forum í Davos í Sveis, sigur, at avtalan ber í sær, at Nato-londini skulu økja trygdina í Arktis, og at úrslitini av herdu trygdini har skulu vera sjónlig longu í ár, skrivar Reuters.

Sambært tíðindastovuni,  er Rutte vísur í, at sameindu londini, sum ikki eru landafrøðiliga staðsett í Arktis, eisini fara at taka undir við hesum.

Rutte sigur, at á fundinum millum hann og Trump bleiv ikki tosað um mineral í undirgrundini í Grønlandi. Nato-aðalskrivarin sigur eisini, at ítøkiligar samráðingar millum USA, Danmark og Grønland halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229