Nóg birgur at møta í altjóða revsidómstólinum

Nóg birgur at møta í altjóða revsidómstólinum
Fyrrverandi filipinski forsetin, Duterte, er ákærdur fyri brotsverk móti mannaættini
Rodrigo Duterte er 80 ára gamal, men kortini nóg birgur at møta í altjóða dómstólinum, ICC.
Mynd: AP  
 
26.01.2026 - 13:39

Fyrrverandi filipinski forsetin, Rodrigo Duterte, sum er 80 ára gamal, er nóg birgur at kunna møta í altjóða revsidómstólinum, ICC, í februar.

Tað staðfestu dómararnir í rættinum í dag. 

Advokatarnir hjá 80 ára gamla Duterte hava víst á, at hann hevur ikki nóg góða heilsu at koma í rættin.

Duterte er ákærdur fyri brotsverk móti mannaættini og fyri at hava verið við í í minsta lagi 76 drápum í sambandi við harðrenda "kríggið móti rúsevnum", meðan hann var forseti.

Myndugleikarnir viðganga, at mera enn 6.000 fólk lótu lív í atsóknum, men mannarættindastríðsbólkar halda, at veruliga talið er nógv størri.

Duterte skal møta á rættarfundi 23. februar, har dómarar taka støðu til, um uppáhaldið hjá ákæranum er nóg grundað til at fara víðari til formligan rættarfund.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038