Eirargarður eitt stig nærri at gerast lestrarbústaður

Eirargarður eitt stig nærri at gerast lestrarbústaður
Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, og málið liggur nú í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
Einki mótmæli kom inn, tá uppskotið um at broyta byggisamtyktina fyri Eirargarð 2var til alment eftirlit, og at málið er sent til Uttanríkis- og mentamálaráðið til góðkenningar.
 
27.01.2026 - 08:28

Eirargarður 2 í Havn er eitt stig nærri at gerast lestrarbústaður.

Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, og málið liggur nú í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
 
Í septembur samtykti løgtingið at geva lata Bústøðum ræði á bygninginum í Eirargarði 2. Hann skal eftir ætlan umbyggjast til lestrarbústaðir og ungdómsbústaðir.

Skal verkætlanin fremjast í verki, so er neyðugt at broyta byggisamtyktina fyrst.

Tórshavnar kommuna hevur viðgjørt málið. Uppskot er gjørt um at broyta almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, og uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Eirargarð er gjørt.

11. desembur samtykti ein meiriluti av Tórshavnar býráð málið við sjey atkvøðum fyri, trimum ímóti, og tveir býráðslimir atkvøddu blankt.

Uppskotini bæði hava so ligið til alment eftirlit hjá Tórshavnar kommunu frá 26. novembur til 7. januar.

 

Einki mótmæli

Býarskipanardeildin í Tórshavnar kommunu sigur við Kringvarpið, at einki mótmæli kom inn, tá uppskotið var til alment eftirlit, og at málið er sent til Uttanríkis- og mentamálaráðið til góðkenningar.

Verður broytingin góðkend í ráðnum, er verkætlanin at umbyggja Eirargarð 2 til lestrar- og ungdómsbústaðir komin eitt stig nærri at gerast veruleiki.

Verður uppskotið hinvegin ikki góðkent, so fer tað at taka longri tíð. Men tað er kanska lítið sannlíkt, av tí at tað er ein ætlan hjá landsstýrinum sjálvum, sum málið snýr seg um.

Eftir at byggisamtyktin er staðfest, krevst byggiloyvi frá kommununi, áðrenn umbyggingin kann fara í gongd. Í løtuni ber ikki til at siga, nær vit kunnu vænta, at verkætlanin er liðug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585