Framvegis óvist um klædnaatstøði verður á Glasi

Framvegis óvist um klædnaatstøði verður á Glasi
Játtanarkarmurin og umsóknartalið verða avgerandi fyri, hvørjar útbúgvingar vera næsta skúlaár
Fyrst skuldu útbúgvingarnar í klædnaatstøði og tilvirkisatstøði strikast, men so broytti landsstýrismaðurin meining og segði, at útbúgvingarna skuldu styrkjast.
 
27.01.2026 - 09:03

Enn er óvist, hvussu verður við klædnaatstøði, tilvirkisatstøði og øðrum útbúgvingum á Glasi í Havn. 

Játtanarkarmurin er ikki kendur enn, og ikki fyrr enn umsóknartølini eru tøk í mars mánaði, ber til at siga, hvørjar útbúgvingar vera á Glasi næsta skúlaár.

Í oktobur boðaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, frá, at tvær útbúgvingar á Glasi skuldu strikast: klædnaatstøði og tilvirkisatstøði.

Eftir nakað av atfinningum broytti hann meining og gjørdi av, at tær báðar útbúgvingarnar heldur skuldu varðveitast og styrkjast.

 


Una Joensen er rektari á Glasi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bíða eftir játtanarkarminum

Una Joensen, rektari á Glasi, sigur við Kringvarpið, at tey enn bíða eftir játtanarkarminum frá Barna- og út´bugvingarmálaráðnum. Fíggjarlógaruppskot varð lagt fyri løgtingið, og síðan vórðu ymsar broytingar gjørdar. Júst, hvussu tað fer at ávirka játtanina til Glasir, er ikki greitt enn.
 
Í seinastu viku fekk rektarin á Glasi tó at vita, at játtanarkarmurin væntandi verður klárur hesa vikuna.

15. mars er freist at søkja inn á miðnámsútbúgvingar. Tá er greitt, hvussu nógv vilja koma inn á ymsu útbúgvingarnar, og tástani ber til at leggja samlaða virksemið hjá skúlanum til rættis næsta skúlaár.

Um klædnaatstøði og tilvirkisatstøði sigur rektarin á Glasi, at skúlin seinastu árini hevur tikið ein flokk inn um árið. Tað vil siga annaðhvørt ein flokk í klædnaatstøði ella ein í tilvirkisatstøði, alt eftir tørvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194