Føroya Banki væntar betri úrslit í fjør enn mett

Føroya Banki væntar betri úrslit í fjør enn mett
Nú verður roknað við, at úrslitið í 2025 verður millum 280 og 290 milliónir krónur. Metingin um úrslitið fyri 2025 er broytt fýra ferðir
Nú verður roknað við, at úrslitið hjá Føroya Banka-samtakinum í 2025 verður millum 280 og 290 milliónir krónur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2026 - 07:56

Føroya Banki boðaði í gjár frá, at roknað verður betri úrsliti í 2025 enn mett. 

Til í gjár vóru almennu vónirnar hjá nevnd og stjórn bankans, at nettoúrslitið fyri 2025 fór at liggja ímillum 260 og 280 milliónir krónur. Hetta er nú broytt til, at leiðslan metir, at nettoúrslitið fer at liggja ímillum 280 og 290 milliónir krónur.

Tað eru serliga smáar niðurskrivingar og at úrslitið hjá Trygd verður betri enn væntað, sum eru orsøkir til, at bankin nú roknar við einum betri úrsliti.

 

Fjórða metingin

Tað er fjórðu ferð, at bankin hevur broytt metingina fyri 2025, og metingin er hækkað hvørja ferð.

Fyrsta metingin segði, at úrslitið fór at liggja millum 210 og 240 milliónir. Tað var fyrst broytt til millum 235 og 265, síðani til millum 260 og 280 milliónir, og nú er metingin so, at úrslitið fer at liggja ímillum 280 og 290 milliónir krónur.

Fyri 2026 metir bankaleiðslan, at úrslitið eftir skatt fer at liggja ímillum 190 og 235 milliónir krónur.

 

Nógvar óvissur

Men nógvar óvissur knýttar at hesi metingini, skrivar leiðslan í bankanum í fráboðanini til keypskálan, sum varð send út í gjár. Millum annað verður víst á rentugongdina, á avkastið av egnum virðisbrøvum, niðurskrivingar, úrslitið hjá Trygd og ikki minst geopolitisk viðurskifti.

Bankin almannakunnger ársfrágreiðingina fyri 2025 tann 26. februar.

Kursurin á partabrævinum hjá Føroya Banka er hækkaður nógv seinastu tíðina. Nú, handilin byrjar í morgun, er kursurin 311 krónur fyri partabrævið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611