Starmer vil styrkja sambandið við Kina

Starmer vil styrkja sambandið við Kina
Keir Starmer kom til Beijing í gjárkvøldið, á fyrstu bretsku stjórnarvitjanini í Kina í átta ár
Bretski forsætisráðharrin og kinesiski leiðarin, Xi Jinping hava longu havt fund í morgun, skrivar Reuters
Mynd: Kin Cheung/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.01.2026 - 18:59

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, er í hesum døgum í Kina, har hann roynir at endurbyggja sambandi við kinesisku stjórnina.

Keir Starmer kom til Beijing í gjárkvøldið, á fyrstu bretsku stjórnarvitjanini í Kina í átta ár.

Endamálið við vitjanini er at betra búskaparliga samstarvið og at styrkja trygdina.

Bretski forsætisráðharrin og kinesiski leiðarin, Xi Jinping hava longu havt fund í morgun, skrivar Reuters.

Vitjanin er ein roynd at fáa støðug viðurskifti í lag í einari tíð, har amerikanski forsetin skapar ótryggleika við hóttanum um nýggjar tollmúrar, skrivar Reuters.

Keir Starmer vil ikki hoyra talan um, at Bretland er tvingað til at velja ímillum USA og Kina. 

Hinvegin, sigur hann, sambært Reuters, at arbeitt verður fram ímóti einum sofistieraðum sambandi við bæði stórveldini, sum hann málber seg.

Eitt av úrslitunum á fundinum er ein avtala landanna millum um at stríðast ímóti altjóða brotsmannaliðum, sum smugla tilflytarar. 

Stjórnirnar í londunum báðum fara frameftir at deila fregnarupplýsingar við tí endamáli at steðga útflutningi av bátamotorum, sum verða brúktir til at flyta tilflytarar um Ermasund. Tøl vísa, at meira enn 60 prosent av motorunum, sum vórðu brúktir í fjør, eru framleiddir í Kina.

Við sær á ferðini hevur Keir Starmer 50 bretskar vinnulívsleiðarar, og saman arbeiða tey fyri at lækka tollin á bretskum vørum, millum annað whisky. 

Sambært Reuters, hevur Xi Jinping nevnt møguleikan avtaka visumkravið fyri bretskar ríkisborgarar fyri at stuðla undir ferðavinnu og fyri at gera tað lættari hjá handilsferðandi at ferðast til Kina.

Hóast tónin á fundinum var vinaligur, eru viðurskifti, sum partarnir eru ósamdir um.

Keir Starmer gjørdi greitt, at Bretland framhaldandi fer at tosa um tey evnini, og nevndi mannarættindi og njósning sum tvey teirra. 

Hann nevndi eisini Jimmy Lai við navni, sum er bretskur ríkisborgari og eigur miðlafyritøkur í Hong Kong, men var í desember dømdur og fongslaður fyri brot á tjóðartrygdina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Fríggjadag 30. januar
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
203473
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377