Ungdómstingið: 14 ára aldursmark at nýta snildfon og sosialar miðlar

Ungdómstingið: 14 ára aldursmark at nýta snildfon og sosialar miðlar
Upprunaliga uppskotið segði, at aldursmarkið skuldi vera 15 ár, men mentanarnevndin skeyt upp at lækka tað niður í 14 ár, og tað var samtykt
Ungdómstingið 2026 er í dag aftrat.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.02.2026 - 13:46

Føroyar eiga at seta 14 ára aldursmark fyri, nær ung kunnu byrja at nýta snildfonir og sosialar miðlar.

Tað eru tey í ungdómstinginum samd um. Uppskotið til samtyktar var samtykt fyrrapartin.

Tá ið uppskotið var lagt fram í ungdómstinginum í gjár, var lagt upp til, at aldursmarkið skuldi vera 15 ár.

Mentanarnevndin, sum viðgjørdi málið, skeyt upp at lækka aldursmarkið niður í 14 ár.  Tað var samtykt við 30 atkvøðum fyri og tveimum ímóti.

 Uppskotið soleiðs broytt var samtykt við 25 atkvøðum fyri og sjey ímóti.

 

Suðuroyartunnilin 

Uppskotið um at hækka játtanina til Suðuroyartunnilin úr 100 upp í 200 milliónir árliga í 10 ár var eisini samtykt.

17 atkvøður vóru fyri og 15 ímóti. 

Í hesum máli hevði mentanarnevndini býtt seg í tveir partar. Meirilutin mælti ungdómstinginum til at samtykkja uppskotið, meðan minnilutin mælti frá at samtykkja uppskotið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Ungdomsting_og_aldursmark


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Fríggjadag 6. februar
Morgunlestur fríggjadagur 6.februar 2026
203555
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki: Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma: Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia: Motormani
203726