Varaforsetin um Grønland: USA hevur fingið nógv meira

Varaforsetin um Grønland: USA hevur fingið nógv meira
J. D. Vance sigur, at fundurin við Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, var góður, og hann væntar, at ein góð loysn spyrst burturúr
J. D. Vance, varaforseti, var gestur í The Megyn Kelly Show í gjárkvøldið, m.a. um Grønland.
 
05.02.2026 - 08:39

Hóast eingin veit enn, hvat er í rammuavtaluni, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, gjørdi við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte, um Grønland, visti amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, í gjárkvøldið at siga, at USA hevur fingið nógv meira, enn tað hevði frammanundan.

Tað segði hann í samrøðu við Megyn Kelly í The Megyn Kelly Show.

Um fundin herfyri við danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, segði J. D. Vance, at tað var ein góður fundur.

- Men eg skilji als ikki, at evropearar eru so blíðir privat, og at teir fegnir vilja tillagað seg. Alment leypa teir á okkum og siga, at teir ikki vilja samstarva við USA, men tað passar ikki, segði J. D. Vance sambært donsku sjónvarpsrásini TV2.

Varaforsetin vildi tó ikki siga nakað neyvt um, hvat USA hevur fingið.

 

 


Amerikanski varaforsetin letur væl at fundinum við Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Góð loysn fyri Evropa

- Øll vita, at vit finna eina loysn á hesari støðuni. Eg rokni við, at tað verður ein loysn, sum verður góð fyri Evropa. Tað týdningarmesta er, at tað verður ein góð loysn fyri USA. Men myndin av, at tey ikki hava slakað fyri USA, er ikki røtt, sigur J. D. Vance.

Varaforsetin endurtók orðini hjá forsetanum um, at USA hevur brúk fyri Grønlandi fyri trygdina hjá amerikonsku tjóðini, og hann segði eisini, at tað var órættvíst, at USA skal rinda fyri og hava ábyrgdina fyri øgiliga stórum parti av rakettverjuni hjá NATO.

- Men tað fáa vit einki afturfyri. Tað er ikki rættvíst. USA eigur ikki Grønland og vit fáa ongar fyrimunir. Skal USA verja missilverjuskipanirnar hjá øllum heiminum, so skulu vit hava okkurt afturfyri, segði J. D. Vance sambært TV2.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558