Ruth Vang: Vanligt at fyrstu feløgini leggja karmin

Ruth Vang: Vanligt at fyrstu feløgini leggja karmin
Tað hevur loypt hvøkk á fakfelagsrørsluna, at Starvsfelagið og onnur feløg hava skrivað undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um lønarkarm
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
10.02.2026 - 13:07

- Hetta er ikki øðrvísi enn vanligt, og tað eru tey fyrstu feløgini, sum leggja karmin.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eftir at fakfeløg hava funnist at, at tey eru vorðin bundin av eini avtalu um fastan lønarkarm, hóast tey ikki hava verið partur av samráðingunum. 

Í gjár sendu 20 fakfeløg út yvirlýsing, har tey siga, at tað loypti hvøkk á føroysku fakfelagsrørsluna, tá Starvsfelagið saman við fleiri akademikarafeløgum, Heilsurøktarafelagnum og nøkrum av smærru fakfeløgunum, skrivaðu undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um ein fastan lønarkarm á 3,87% tað fyrsta árið, sum bindur alla fakfelagsrørsluna.

Men hetta er ikki so nógv øðrvísi enn vanligt, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Sí eisini: Óluva í Gong: 12 fakfeløg hava stungið okkum í bakið

Sí eisini: Lærarafelagið um lønarkarm: Eitt skot fyri bógvin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329