Kvinnuheilsa ikki í serligan depil

Kvinnuheilsa ikki í serligan depil
Serligur depil, sum skal granska kvinnuheilsu, verður ikki gjørdur
Serligur depil skal ikki gerast fyri kvinnusjúkur.
 
16.02.2026 - 07:00

Serligur depil, sum skal granska kvinnuheilsu, verður ikki gjørdur.

Og ávísar granskingarverkætlanir vera heldur ikki gjørdar.

Men landsstýriskvinnan vil stuðla granskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. 

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Margit Stórá heldur tað vera sera umráðandi at granska kvinnuheilsu meira.

Hon hevur havt hetta frammi í ymiskum høpi, sigur hon. 

Avtala um samstarv

Í 2024 var samstarvsavtala gjørd millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið við tí endamáli at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. 

Og eitt universitetssjúkrahús er komið og skal mennast.

Pengar skulu setast av til at granska kvinnuheilsu, sigur landsstýriskvinnan.

Men tað eigur at vera eldhugurin og áhugin hjá granskarunum, sum avger, hvørji serøki vera granskað.

Gransking í kvinnuheilsu er náttúrliga hjá heilsugranskingareindini. 

Tí er ikki ætlanin at gera serligan depil at granska kvinnuheilsu, sigur Margit Stórá.  

Hon ætlar at fáa í lag samstarv millum heilsugranskingareindina og “Center for kvinders sundhed” í Danmark, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342