Klædnaatstøði: Ein útbúgving uttan góðkenning

Klædnaatstøði: Ein útbúgving uttan góðkenning
Klædnaatstøðingar trýsta á fyri at fáa útbúgvingina góðkenda, so hon kann nýtast til at fara víðari í læru, men einki hendur
16.02.2026 - 19:52

Nógv tos hevur verið um útbúgvingina Klædnaatstøði á Glasi.

Í fjør bleiv avgjørt, at útbúgvingin, sum ikki er góðkend lærlingaútbúgving, skuldi niðurleggjast.

Men so bleiv kjakast og stutt eftir kom fram, at mann heldur valdi at styrkja útbúgvingina.

Tó er enn einki hent.

Útbúgvingin er ikki vorðin ein góðkend lærlingaútbúgving, og um hetta ikki verður broytt, gevur ikki meining at halda fram við lesnaðinum, sigur Eva Naomi Djurhuus, næmingur á Klædnaatstøði.

Sum klædnaatstøðingur hevur hon eitt ynski um at gerast klædnahandverkari, men um tað skal bera til, mugu broytingar gerast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037